Hesa seinastu ferðirnar hava vit havt tað gleði at hava havnamannin Hans Jacob á Lava við, sum hevur glett okkum við sínum sangi og vitnisburði. Hann verður eisini við nú og kemur at spæla og syngja á møtinum í Esbjerg og Vejle.
Ein drekkamuður verður at fáa eftir hvørt møti. Kom og ver við, tí tú kanst møta tínum landsmonnum her og fáa eitt gott prát. Til tykkum heima, sum kenna fólk á hesum leiðum, gerið okkum tann beina at siga teimum frá møtunum.
Í Esbjerg fríggjakvøldið 9. febr. í salinum hjá ”Den Kristne Forsamling”, Spangbjerg Møllevej 16 c Mølleparken kl.19.30. Í Sønderborg leygarkvøldið 10. febr. kl.19.00 í ”Skolehjemmet”, Sønderlandevej 28. Breyðbróting í somu hølum sunnumorgunin 11. febr. kl.10.00
Í Vejle, Staldgårdsgade 4 (hølini hjá Frelsens hær) sunnudagin 12. febr. breyðbróting kl.16.00 og evangeliskt møti kl.17.00
Á møtunum í mars mánað verður vitjan av Don Hinshcliffe úr Onglandi. Hetta verður kunngjørt nærri seinni.
Um onkur ynskir at vita meiri um møtinin eru tit vælkomin at ringja til okkum á Malta 98944370 ella +298 228314. Teldupostadressa: gjaranes@post.olivant.fo<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$