Føroysk nøvn kunnu fáa altjóða succes

Undir heiðranini av Benjamin í dag vóru umboð frá útlendska tónleikaraheiminum til staðar. Ein av teimum var Isabel Parzich frá týska Cargo Records.

 

- Eg møtti Christian Buhl (myndin, red.) frá Tutl í Týsklandi fyri trimum vikum síðani. Tá spurdi hann meg, um eg ikki hevði áhuga í at koma til Føroya at lurta eftir og møtast við føroyskum tónleikarum, sigur Isabel, ið kendi Orka sum tað einasta føroyska navnið, áðrenn hon kom higar.

 

- Mær dámar væl Skandinavia. Tónleikurin her er so serstakur og erligur. So tá eg fekk innbjóðingina at koma til Føroya og á G!, so ivaðist eg sjálvsagt ikki eina løtu, sigur Isabel.

 

Tónleikurin í Føroyum er á einum ógvuliga høgum støði, um ein spyr Isabel.

 

- Tað hevur verið ein ótrúlig uppliving at hava verið her. Man merkir veruliga sum áhoyrari, at tónleikararnir liva og elska tónleikin. Hetta er teirra passión, og hetta er øgiliga ymiskt frá nógvum týskum bólkum, ið einans spæla, tí tað er teirra arbeiði.

 

- Støðið á føroyskum tónleiki er heilt ófatandi. Tit hava eitt so lítið land, og hóast tað megna tit at skapa so nógvan dygdargóðan tónleik, tað imponerar meg.

 

Men tað er serliga ein tónleikari, sum Isabel veruliga hevur lagt til merkis.

 

- Benjamin. Hann er heilt ótrúliga karismatiskur og dugir øgiliga væl at standa á palli. Hansara guitareginleikar eru eisini á ógvuliga høgum støði, so hann hevði heilt avgjørt uppiborið heiðurin, sigur Isabel, sum eisini heldur, at Marius hevur høgt støði.

 

- Tað er mær ein æra at skula umboða føroyskan tónleik í Týsklandi. Benjamin og onnur føroysk nøvn hava uttan iva eginleikarnar at fáa succes í bæði Týsklandi, men eisini restina av Europa, sigur Isabel, sum heldur tað vera stórt spell, at føroyskur tónleikur ikki er kendari í Europa, enn hann er.