Nú Í september verður skipað fyri trimum tiltøkum fyri føroysk samkynd, tvíkynd og transpersónar og tey verða í hvør sínum høvuðsstaði í Evropa, nevniliga í Tórshavn, í Keypmannahavn og í London.
LGBT, sum er áhugafelagið hjá eimum, sigur, at fyrsta tiltakið verður næsta leygardag tann 17 í Keypmannahavn, har tey hittast í kaffistovuni Oscar kl. 19.30 og seinni verður farið í CC, sum er ein klubbi fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar.
Fríggjakvøldið eftir, tann 23. september, hittast tey í London og tað er fyri føroysk samkynd, tvíkynd og transpersónar í London ella aðrastaðni í Bretlandi og teirra makum.
- London er býurin, har flestu útisetar búgva aftaná Keypmannahavn.
Tey sum ætla sær at vera við møtast klokkan 20.00 uttanfyri Ed´s Easy Diner á Old Compton Street, sum er LGBT gøtan í London. Haðani verður farið á farið í øll øll tey bestu LGBT støðini í Soho.
Og Mikukvøldið 28. september 2011 verður tiltakið so í Havn, har møtt verður í Sirkus klokkan 20.