Í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans góð 660.000 tons av fiski, og tað eru góð 40.000 tons færri enn í 2017, tá ið veiðan 700.000 tons, sum varð met. Gamla metið var í 2006, tá ið vit fiskaðu 623.000 tons.
Hagstovan hevur talt saman hvussu nógv vit hava fiskað, og uppgerðin vísir, at nøgdin av makreli og sild, er minkað nakað, ávikavist 22.000 og 14,5.000 tons, men størsta økingin var í veiðuni eftir toski, sum batnaði góð 7.000 tons.
Hagstovan sigur, at fiskiskapurin er munandi batnaður síðani 2012. Tilsamans fiska vit nú 320.000 tons meiri enn vit gjørdu tá.
Orsøkin til stóru økingina seinastu árini, er einamest uppsjóvarfiskurin, og serliga nøgdin av svartkjafti. Nøgdin av svartkjafti er økt góð 265.000 tons síðan 2013.
Størsti parturin av heildarveiðuni, ella 281.000 tons, varð fiskaður undir Føroyum, og á føroyskum sjóøki annars.
##med2##
Eitt nú verður Hatton Bank og altjóða sjógvur í Irmingarhavi eisini talt upp í føroyskum øki.
Av hesum 281.000 tonsunum í føroyskum øki, var svartkjafturin góð 194.000 tons, upsi um 25.000 tons og makrelur 11.000 tons.
Næststørsta fiskileið hjá føroyingum í 2018 var Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 172.000 tons vóru fiskað, og av teimum vóru góð 89.000 tons sild og góð 41.000 tons makrelur.
Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2018 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 350.000 tonsum nógv tann størsti parturin.
Botnfiskasløgini eru eini á 15 prosent av heildarveiðuni, og har er toskur 43.000 tons og upsi góð 25.000 tons. tann størsti parturin av hesum.