Føroysk sniðgeving eigur eingi landamørk

Í sambandi við, at fyrsta Útnorður Sniðstevnan varð hildin í Reykjavík, skipaði Samvit saman við NORA fyri serligum tiltaki, har spurningurin um at enduruppfinna útnorðurmótan varð tikin fram. Og ein av niðurstøðunum var, at móti sjálvsagt eigur landafrøðiligan og søguligan uppruna, men kortini ikki nøkur landamørk. Hetta sæst eisini, um hugt verður at teimum føroysku sniðgevunum

Sniðstevna, Reykjavík

 

Um tað er nakar, sum ikki veit tað, so eru Føroyar - ella í hvussu so er føroyskir sniðgevar - við at vera rættiliga væl kendir í londunum kring okkum. Fara vit bara nøkur fá ár aftur í tíðina, var eingin føroyskur sniðgevi, sum kundi fáa nakra reaktión fram hjá nøkrum, men seinni árini er ein bólkur av kvinnuligum føroyskum sniðgevum mentur. Og heldur hendan gongd fram, fer føroysk sniðgeving at vera ein kendur og óivað eisini inntøkugevandi faktorur í framtíðini.

Á stóru sniðstevnuni “Nordic Fashion Biennale” í Reykjavík, er føroyski parturin eisini rættiliga sjónligur: Líka frá serstaka sýnisskápinum uttanfyri íslendska Norðurlandahúsið til føroysk klæðir í handlum í býnum og víðari til stórsligið tiltak við føroyskum fyriskipara til frama fyri sniðgeving í Útnorði.

 

VIRÐING

“Nordic Fashion Biennale” er stevna fyri móta og prýðislutir, sum skal haldast upp á skift í Íslandi, Grønlandi og Føroyum annaðhvørt ár. Íslendingar áttu fyrsta tørnið, og tó at Ísland er væl frammanfyri bæði Føroyar og Grønland, tá tað snýr seg um sniðgeving og móta, er tað als ikki so, at Føroyar eru fleiri kilometrar aftanfyri. Vit hava ikki sum er nakran sniðgeva, sum hevur roynt at arbeiða fyri tey heilt stóru mótahúsini, so sum íslendska Steinunn, men hinvegin, so eru fleiri føroyskir sniðgevar, ið skapa virðing, har teir (tær) koma fram. Í løtuni er tað kanska serliga lutirnir hjá Barbaru í Gongini, sum útlendingar leggja merki til, men eisini klæðir frá øðrum føroyskum sniðgevum vekja ans.

Í serstaka runda sýnisskápinum uttanfyri Norðurlandahúsið í Reykjavík hava tey í sambandi við stevnuna savnað tað besta og mest spennandi, sum sniðgevar í Útnorði framleiða í løtuni, og sum vera mann, var meginparturin úr Íslandi, men Barbara í Gongini og Anna Kristin Bæk vóru eisini slopnar upp í part. Inni í Norðurlandahúsinum vóru nógvir aðrir føroyskir lutir frá fleiri ymsum føroyskum sniðgevum.

 

SPJADDAR

Og so skuldi ein hildið, at føroysku snoðgevarnir livdu í einum kreativum lítlum umhvørvi úti á Reyni í Havn ella aðra staðni í Føroyum, men soleiðis er ikki, tó at bæði Guðrun Ludvík, Katrina í geil, Dania Danielsen, Beinta Vilhelmsen o.a. hava sín basa heima á klettunum.

Føroysku kvinnurnar, sum búgva uttanlands, eru væl spjaddar: Barbara í Gongini, Anna Kristin Bæk, Malan á Lofti og aðrar búgva í Keypmannahavn, Jóhanna av Steinum og Elisa Heinesen (og sikkurt aðrar) búgva í London, Svanhild Strøm býr í Norra, Beinta Poulsen í Svøríki o.s.fr. Hetta er ikki nakað fullkomið yvirlit yvir føroyskar sniðgevar og hvar teir búgva, men bara ein ábending um, hvussu bústaðarviðurskiftini eru. Og hendan spjaðing var eitt av høvuðsevnunum til tiltakið, sum Samvit og NORA skipaðu fyri farna sunnudag í Reykjavík. Verkstovan hevði enska heitið “Reinventing the West Nordic as a brand” – altso enduruppfinna útnorður, sum eitt vørumerki, ella “brand”. Við framløgum, fyrilestrum, filmum og pallborði, var roynt at lýsa støðuna, og sjálvt um ætlanin ikki var at koma til nakra niðurstøðu, so tyktust øll at vera samd um, at Útnorður er eitt stað, har ríkir møguleikar eru fyri at menna seg á kreativa økinum. Kanska tí, at tað framvegis er so nógv eftir, sum kann mennast, men eisini tí at tey fólk, sum búgva her, hava fingið eina spennandi og mennandi søgu við sær, eins og nakrar førleikar, sum kunnu vera torførir at fáa eyga á inni í einari stórari asfalt-frumskóg.

 

--

 

FAKTA

 

Í døgunum 19.mars til 5.apríl er stór sniðstevna í Reykjavík, har móti og prýðislutir úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum verða sýnd fram.