Tónleikur: Tað er ikki á hvørjum degi at út kemur ein føroysk symfoni. Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at ein føroysk fløga verður útgivin við surround-ljóði.
Tað var júst hetta sum hendi mikudagin, tá nýggjasta symfoni?in hjá Sunnleifi Rasmussen "Oceanic Days" varð útgivin á fløgu.
Eina slíka stórhending ynskti eingin at lata fara aftur við borðinum, og tí var Norðurlandahúsið karmur um løtuna, tá henda fløgan varð at hoyra á fyrsta sinni.
Til løtuna hevði Norðurlandahúsið sett upp eitt anlegg við surround-ljóði, soleiðis at fólk fingu høvi at hoyra, hvussu vindur og veður ferðaðust gjøgnum rúmið. Ein merkti nærum vindin blása í nakkan úr hátalarunum aftanfyri.
-Ætlanin var at geva fløguna út fyrri. Men vit hava bíðað eftir at útgerðin til upptøkuna av surround-ljóðinum varð sett upp í Danmarks Radio.
-Nú er so fløgan her, og eg haldi, at hon er framúr góð, segði Henrik Rørdam, sum er stjóri í Dacapo, ið hevur givið fløguna út.
Á fløguni er eisini ein konsert fyri saxofon, sum Sunnleif skrivaði fyri fýra árum síðani.
Gott bland
Tað var ein ikki sørt errin Sunnleif Rasmussen sum henda dagin greiddi fólki frá arbeiðinum við fløguni.
Við nýggju útgerðini fekk hann eitt av stóru ynskjum sínum uppfylt, við møguleikanum at brúka alla upptøkuhøllina til tónleikin, og samstundis fáa hetta ynskið brent niður á eina fløgu.
Til verkið krevst nevniliga, at blásararnir standa í einum staði og sjálvt symfoni-orkestrið í einum øðrum staði. Á henda hátt fæst eisini eitt sera gott bland í ljóðið og veðrið, sum spælir so stóran leiklut í hesi fyrstu symfoni?ini hjá Sunnleifi.
-Eg eri tí sera væl nøgdur við úrslitið, segði Sunnleif, og takkaði samstundis øllum teimum 90 tónleikarunum sum í tveir dagar høvdu verið við til upptøkurnar av fløguni.
Hóast fløgan er upptikin í surround-ljóði, so kann hon eisini spælast í einum vanligum fløguspælara við góðum úrsliti.
Finskur áhugi
Sunnleif hevur veruliga ment seg tey seinnu árini, og einki bendir á, at hann fer at hava nógva tíð til avlops í framtíðini.
Hann hevur longu nú fingið ein hóp av bíleggingum av ymiskum verkum, sum skulu framførast bæði heima og úti.
Henda fyrsta symfoni hansara kann ikki framførast á øllum støðum, tí at orkestrið stendur plaserað so víða. Av hesi orsøk eru heldur ikki allar konserthøllir, sum eru eins væl egnaðar til framførslu.
Líkt er kortini til, at finnar eiga slíkar høllir, og tí verður symfoni?in framførd í Helsingfors í heyst og næsta ár í einum øðrum finskum býi, sum kallast Tammerfors.
Hinvegin hevur hann longi fingið bíleggingar av symfoni nr. 2. Henda bíleggingin er komin úr einum øðrum finskum býi, sum kallast Turku, har Dómkirkjan verður karmur um framførsluna. Har er ætlanin at henda symfoni?in skal framførast á fyrsta sinni á heysti 2007.
Henda symfoni?in hevur vindin sum tema, og verður øðrvísi á mangar mátar enn ein vanlig symfoni, tí her verða eingir strúkarar við, - bara blásarar og ein urga.
Á skránni hjá Sunnleifi eru annars onnur umbiðin verk ? m.a. ein kamaropera, sum skal framførast í Norðurlandahúsinum á vári næsta ár.
-So tit skilja, at eg verði ikki í ALS fyribils, segði Sunnleif skemtandi.