Nú er ætlanin at gera allan ríkisfelagsskapin til ein stóran, opnan tryggingarmarknað.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú undir samráðingar við danskar myndugleikar um at gera allan ríkisfelagsskapin til ein felags tryggingar marknað.
Tað boðaði hann frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygarmorgunin.
Hann sigur, at danska stjórin hevur víst vælvild og er sinnað at samráðast við vinnumálaráðið um at gera allan ríkisfelagsskapin til ein tryggingarmarknað.
Fríari kapping-bíligari trygging
Tá ið avtalan er gjørd, fer tað at merkja, at føroysk tryggingarfeløg hava fríar ræsir at stovna deildir í Danmark og í Grønlandi og at tekna tryggingar har.
Samstundis fáa tryggingarfeløg í Danmark og í Grønlandi frítt at stovna deildir í Føroyum og at tekna tryggingar her.
Johan Dahl sigur, at eftir ætlan skal hetta fevna um bæði skaða-, lívs- og pensjónstryggingar.
Áður hava føroysk og íslendsk tryggingarfeløg frítt at tekna tryggingar hjá hvørjum øðrum.
Johan Dahl metir, at hetta fer at geva føroyskum tryggingarfeløgum ein einastandandi møguleika at víðka um sítt virksemi.
Samstundis kann hetta herða kappingina á tryggingarøkinum og tað kann bara koma tryggingartakarunum til góðar, tí tað átti at ført til bíligari og betri tryggingar.