Føroysk uppgerð í Danmark

Sunnudagn spældu Fremad Amager og Frem ímóti hvørjum øðrum í donsku 1. deild, og í hesum báðum feløgum eru fýra føroyskir spælarar at finna. Tveir teirra spældu við í hesum dystinum. Andrew av Fløtum spældi allan dystin fyri Fremad Amager, og Jónas Tór Næss spældi somuleiðis allar 90 minuttirnar fyri Frem.
Úrslitið av dystinum var, at Frem vann 1-0. Martin Jeppesen skoraði málið hjá Frem eftir eitt korter. Andrew av Fløtum hevði ein góðan møguleika at javna móti endanum av dystinum, men hann fekk ikki bóltin framvið fyrrverandi Liverpool-málverjanum Jørgen Nielsen, sum vardi málið hjá Frem.Hetta var ein góður  og kanska nakað óvæntaður  sigur hjá Frem, sum hevur mist fleiri spælarar í vetur.