Føroysk virki skylda 108 milliónir í mvg

Føroyskar fyritøkur eru ikki serliga raskar at rinda mvg og myndugleikarnir eru heldur ikki serliga raskir at krevja skuldina inn.

Tað sæst í eini frágreiðing, landsgrannskoðarin hevur gjørt um mvg eftirstøðurnar hjá føroyskum virkjum.

Frágreiðingin vísir, at frá 2006 til 2011 eru eftirstøðurnar øktar úr 70,9 milliónum krónum, upp í 119,4 milliónir krónur.

Tann 18. juni í ár var eftirstøðan góðar 108 milliónir, afturímoti stívliga 109 milliónum 18. juni í fjør.

Nógvar eftirstøður eru smáar. Fyritøkur, har eftirstøðan er minni enn 100.000 krónur, skylda tilsamans 15,4 milliónir krónur, tað eru 14,3% av eftirstøðuni. Men talan er um heilar 565 virki og persónar og tað eru 73,1% av øllum teimum, sum skylda mvg.

Men tað eru eisini 15 virki og persónar, sum skylda milliónaupphæddir. Tilsamans skylda tey 36,7 milliónir, sum er ein triðingur av allari eftirstøðuni.

Toppskorararnir eru tvær fyritøkur, sum skylda tilsamans yvir 14,2 milliónir í mvg.

Talan er um allar vinnur, men byggivinnan er væl umboðað

TAKS hevur greitt frá, at mvg-eftirstøðurnar hjá virki ella persóni eru ofta partur av einari størri skuld. Tá er dekningsraðfylgjan ásett eftir ávísum reglum og hetta kann vera ein grund til, at MVG-skuldin verður eldri og eldri.

Longu fyrsta árið, í 1993, var eftirstøðan 30 milliónir og ein partur av samlaðu eftirstøðuni í dagm stavar heilt afturi frá teirri tíðini.

Kanningin hjá Landsgrannskoðaranum staðfestir eisini, at nakrir av teimum størstu mvg skuldarunum í 2005, eru framvegis av størstu skuldarum í dag.

TAKS hevur upplýst Landsgrannskoðaran um, at fleiri av størstu skuldarunum eru partafeløg og smápartafeløg undir trotabúðarsviðgerð.

Restskuldin hjá teimum verður strikað, tá ið búsuppgerðin er endað.

Hjá teimum privatu vinnurekandi er støðan ein onnur. Skuldin verður verandi, hóast virksemið er endað ella persónur er farin á húsagang.

- Skuldin verður ikki strikað, so leingi ein persónur er á lívi.

Landsgrannskoðarin vísir eisini á, at tey amboð, TAKS hava ikki verið nýtt í serliga stóran mun og hava sostatt ikki havt ætlaðu ávirkanina, sum var at forða fyri eftirstøðum.

Síðani er heimildin hjá TAKS økt, so at heimildin at áleggja nýggjum virkjum at seta trygd víðkað til eisini at galda verandi virkir, ið ikki halda krøvini um stytt avgjaldstíðarskeið ella ikki rættstundis hava rindað avgjøld og sum skylda meira enn 25.000 krónur.

Eisini hevur TAKS fingið heimild til at taka MVG-skrásetingina frá virkjum sum skylda landinum MVG. Harafturat skuldi TAKS hava heimild til at krevja skuldina inn við at halda aftur í A-inntøku.