Føroyskur áhugi
Føroysk virki vísa størri og størri áhuga fyri skipanum til góðsku-, umhvørvis- og trygdarstýring.
Hetta er m.a. grundað á marknaðarkrøv og vánirnar fyri, at slíkar skipanir geva ein kappingarfyrimun, t.d. í komandi føroysku oljuvinnuni og í útflutningsvinnuni annars.
Harumframt er møguleikin fyri eini munadyggari og meiri lønandi framleiðislu eisini ein t'ýandi orsøk til, at virki fáa sær slíkar stýrisskipanir.
Higartil hevur tað serliga verið ISO 9000-góðskustýrisskipanin, sum føroysk virki hava lagt seg eftir. Nevnast kann, at 8 føroysku virki longu hava fingið eina góðkenning eftir ISO 9000-skipanini og væl fleiri arbeiða í løtuni við at menna slíkar góðskuskipanir.
Nýggj ISO 9000-skipan
Síðst í farna ári kom í gildi ein nýggjur ISO 9000-standardur.
Nýggi standardurin er skipaður í tríggjar partar:
<sum> ISO 9000 grundreglur og orðalisti
<sum> ISO 9001 kravfesting til eina góðskustýrisskipan
<sum> ISO 9004 vegleiðing um, hvussu virkisavrikið kann betrast
Nýggi ISO 9001 er ein samansjóing av teimum áður kendu ISO 9001, ISO 9002 og ISO 9003-standardunum. Hesir gomlu standardirnir fara samstundis úr gildi.
Nýggja skipanin er betra á fleiri økjum í mun til ta gomlu. T.d. er skipanin nú sum heild meiri einføld at hava við at gera og átøk fyri støðugum betringum og kundafokus eru ein týðandi lið í nýggju skipanini.
Føroyingar fyrstir
Tey virki, sum higartil hava fingið eina ISO 9000-góðkenning, hava sum vera man fingið hesa eftir tí gomlu skipanini.
Nú nýggjur standardur er komin, skulu virkini góðkennast eftir tí nýggju skipanini og mangt bendir á, at føroyska skipameklaravirkið Tor Shipping verður millum tey allar fyrstu virkini í danska kongaríkinum, sum fáa eina góðkenning eftir nýggju skipanini.
Skeið um nýggju ISO 9000-skipanina
Í næstum verður skipað fyri einum skeiði, har m.a. verður greitt frá nyggju ISO 9000-skipanini.
Skeiðið, sum verður hildið á Hotel Føroyum hósdagin 1. mars., verður fyriskipað av Norðcon í samstarvi við Det Norske Veritas.
Skráin fyri skeiðið er henda:
1. Alment um ISO 9000 Greitt verður frá høvuðstættunum í ISO 9000-skipanini, herímillum tí nýggja ISO 9001:2000-standardinum, sum fekk gildi fyrst í hesum ári.
Greitt verður eisini frá samspælinum millum ISO 9000 og aðrar skipanir, herímillum ISO 14000 til umhvørvisstýring.
Framløga: Søren Hald, lead auditor, Det Norske Veritas.
2. Framferðarháttur Greitt verður frá okkara vanliga framferðarhátti, tá eitt virki ger sær eina góðskustýrisskipan, sum lýkur krøvini í ISO 9000.
Greitt verður frá ymsu møguleikunum, sum eru fyri at leggja hetta menningararbeiði til rættis, herímillum hvussu virkið sjálvt kann gera eina ISO 9000-góðskustýrisskipan.
Framløga: Sjúrður Hordal, stjóri, Norðcon.
3. ISO 9000-certificering Greitt verður frá, hvussu framferðarhátturin er, tá eitt virki skal certificera sína góðskustýrisskipan sambært krøvunum í ISO 9000.
Framløga: Andrass Joensen, lead auditor og stjóri fyri Det Norske Veritas í Føroyum.
4. Telduskipan til góðsku- Víst verður fram dømi um telduskipan til góðskustýring.
stýrisskipanina
Framløga: Finnbjørn Simonsen, menningarleiðari, Zenit.
Skeiðkostnaður er 300 kr. pr. luttakara. Við í skeiðskostnaðinum er kaffi og ábit á døgurða umframt skeiðstilfar.
Tilmelding til skeiðið fer fram hjá Norðcon á telefon 320333, fax 320232 ella á e-mail nordcon@nordcon.fo. Tilmeldingarfreist er 27. februar 2001.
Vinarliga
Sp/f Norðcon