Føroyska fiskivinnan kemur í stórar trupulleikar um fá ár

?Okkurt má gerast, og tað má vera nú. Tí samstundis sum útreiðslurnar hjá skipunum eru nógv hækkaðar, verða møguleikarnir at fiska alsamt skerdir

Áki Bertholdsen


? Verður onki gjørt nú, kemur Føroyska fiskivinnan í stórar trupulleikar um fá ár.

Hetta er boðskapurin frá Føroya Reiðarafelag eftir aðalfundin um vikuskiftið.

Reiðarafelagið sigur, at yvirhøvur ganga øll tølini fyri fiskiflotan tann skeiva vegin í løtuni.

Yvirhøvur er fiskiskapurin versnaður, og tað ber bara takkað verið teimum sera høgu prísunum, at avreiðingarvirðið er á nøkunlunda sama støði, sum í fjør.

?Men hinvegin mugu vit staðfesta, at møguleikarnir at fiska verða meiri og meiri skerdir, samstundis sum útreiðslurnar hækkað. Tí fer tað at verða trupult at fáa raksturin at bera seg, sigur Reiðarafelagið.


Í stórar trupulleikar

Felagið vísir á ta sannroynd, at fiskiskapurin eftir ísfiski undir Føroyum er reguleraður við fiskidøgum.

? Men tað er eisini ein sannroynd, at nú mangla bæði partrolarir og línuskip fiskidagar. ? Samstundis hevur fiskimálaráðharrin boðað frá, at dagatalið verður skert 10% frá 1. september í ár

? Verður hetta gjørt, koma hesir skipabólkar í stórar trupuleikar.

Reiðarafelagið vísir eisini á, at hetta seinasta árið eru oljuprísirnir tvífaldaðir

?Hetta er ógvuliga tyngjandi fyri raksturin hjá trolaraflotanum, og tá serstakliga hjá lemmatrolarunum, tvs, hjá djúpvatnstrolarunum, rækjutrolarunum, svartkjaftatrolarunumr, flakatrolarunum, umframt hjá nótaskipunum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum. ? Hetta saman við minkandi veiðimøguleikum fer at gera tað trupult at fáa raksturin at bera seg. ? Tað verður tí ikki møguligt at skapa møguleikar fyri nýggjum íløgum, ella til nakra endurnýgging av flotanum, tí hann kastar ikki nóg nógv av sær til at hann megnar at endurnýggja seg, burtusæð frá einstøkum skipum, sigur reiðarafelagsformaðurin.


Okkurt má gerast nú

Reiðarafelagið sigur, at einstakir politikarar fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa allan studning til fiskivinnuna burtur, men samstundis bara veksur og veksur tann almenna nýtslan. ? Fiskivinnan biður ikki um studning, men tað má verða hvørjum manni greitt, at tað verður tørvur á stórum íløgum til nýggj skip.

? Tað er ikki nøktandi at okkara fiskimenn skulu sigla við 30-40 ára gomlum skipum.

?Samstundis er væntandi, at fiskivinnan kemur í harða kapping um fólkið, eitt nú við oljuvinnuna. Fólkið fer sjálvsagt har, umstøðurnar eru bestar og tað er so skjótt, at fiskivinnan kann koma at liggja eftir á, um umstøðurnar ikki batna.

? Jákup Sólstein sigur, at um ikki ein ætlan verður gjørd nú, har tað almenna hjálpir til at fáa eina langtíðarætlan upp at standa, so kemur føroyska fiskivinnan í stórar trupulleikar um fá ár.

Jákup Sólstein leggur afturat, at hetta er einki annað enn turr staðfesting.

Men, hvussu hetta skal gerast, hevur hann ikki gjørt sær nakrar tanka um.

? Nógvir tankar hava verið frammi um, hvussu hetta kundi verðið gjørt. Men politiskt eru teir allir skúgvaðir av borðinum. Sostatt er neyðugt við nýggjum, politiskum tankum fyri at finna eina loysn.

Og Jákup Sólstein heldur at tað hevur skund, tí tað ganga nógv ár frá tí, at teir fyrstu tankarnir eru farnir at spíra, til verulig gongd er komin á endurnýggingina.

Møguleikarnir skerdir

Felagið vísir á, at møguleikarnir á fjarleiðum verða eisini skerdir í framtíðini.

? Á Flemish Cap verður helst kvota sett á rækjurnar um heilt stutta tíð, og tá kunnu vit ikki vænta at fáa meir enn eini 6 - 7.000 tons. ? Eisini hevur ES boðað frá, at felagsskapurin vil endurskoða sáttmálan við Føroyar.

Men hetta verður ikki til okkara fyrimun - heldur tvørtur ímóti, tí teir fiska bert ein lítlan part av tí, teir kunnu fiska hjá okkum.

Her kann rækjuveiðan við Eysturgrønland koma í vanda, sigur Reiðarafelagið.Felagið sigur eisini, at svartkjaftastovnurin skal býtast ímillum londini, og hetta kemur at fáa stóra ávirkan á okkara møguleikar at fáa fiskirættindi aðrastaðni - t.d. Íslandi, Noregi, Russlandi og ES. ? Makrelurin er nú býttur ímillum strandalondini, og okkara partur er 30.000 tons. Heildarkvotan fyri 2000 er á einum høgum støði, so tað kann væntast, at henda veiðan kemur at minka í framtíðini.

? Um heildarkvotan av sild fera at minka, so verður okkara partur eisini tilsvarandi minni.

? Toskastovnurin í Barentshavinum er illa fyri sambært fiskifrøðingum, og hetta sæst eisini á fiskiskapinum.

Kvoturnar koma tí eisini her at lækka munandi komandi árini.

Reiðarafelagið ásannar tí, at tað samanumtikið ikki sær so gott út fyri møguleikunum at fiska í framtíðini. Tí er at vóna, at fiskaprísirnir fara at halda sær á einum høgum støði, og at oljuprísirnir fara at lækka munandi, tí annars verður ikki væl vorið hjá stórum parti av føroysku fiskiskipunum, sigur Reiðarafelagið.

?Tá ið prísirnir eru so høgir, sum teir eru, skal lítið til, áðrenn teir verða fyri bakkasti, leggur Jákup Sólstein afturat og tað kann verða álvarsligt.


Afturvaldir

Annars hendi ongin broyting í nevndini hjá Reiðarafelagnum á aðalfundinum um vikuskiftið.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið. Tað vóru teir báðir tvøramenninir, Gudmund Mortensen og Viberg Sørensen, og teir vórðu báðir afturvaldir.

Hinir nevndarlimirnir eru Eiler Jacobsen og Poul Hansen í Havn, Jónsvein Knudsen í Saltangará, Ólavur Petersen í Sørvági, umframt Jákup Sólstein, sum er formaður.

Tiltakslimir eru Eyðálvur Joensen, Johan Christiansen, Tummas Mortensen, Bogi Mortensen og Jákup Egholm Hansen