Føroyska fullveldi ein »fiasko« Suðuroya fullveldi eitt fólkakrav

Eftir at hava hoyrt um fullveldi nú í nógv ár og tann 31. januar havi lisið Sosialin, kann eg ikki lata vera við at siga frá mínari hugsan, um tað støðu hetta landið nú er í.

Flemming Samuelsen

Trongisvágur



Vit hava enn fólk í Suðuroynni, sum minnast tá fólk norðanfjørðs komu suður at arbeiða. Tað er ikki ov nógv sagt, at hesi fólk komu suður av svongd, og illa nokk vistu hvat faðirvár var, tey vóru altíð vælkomin at arbeiða her suðuri, bæði á sjógvi og landi.

Hevði man vita at hesi fólk bert komu suður at mergsúgva Suðuroynna, og fáa sær vitan, hevði blíðskapurin í Suðuroynni neyvan verið so stórur, sum hann var.

Vit hava undir núsitandi landsstýri sæð, at stavnhaldið hevur verið at minka um Føroyar. Fyri ikki so nógvum árum síðani, tá tosað bleiv um útjaðarin, bleiv tosað um Fugloy, Mykines og Suðuroynna. Tá oljutosið av álvara tók seg upp, var staðfest at útjaðarin skuldi takast við. Ífylgi Eyðun Elttør er hetta gjørt, Tórshavn og Runavík er nú blivin útjaðarin í Føroyum.

Halgir W. Poulsen skrivar í Sosialinum 31. jan. 01 »At tað er ongin bøn hjá suðuroyingum, teir sleppa ikki burtur úr Føroyum, um teir so standa á høvdinum«. Her vil eg minna á, at høvdu tit í Havn havt bæði beinini á jørðini, høvdu tit fingið okkara fulla stuðul. Tit sum stýra í Havn hava koyrt Føroya land út har vit í Suðuroy ikki kunnu fylgja við. Tit fáa góðar 900 mill. um árið, so tit í Havn kunnu uttan trupulleikar velja fullveldið, men hava tit hugsað um hvat skulu skulu gera, tá ið hesar 900 mill., sum tit eru so góðir við, blíva tiknar frá tykkum.

Vit her suðuri hava ongar hugsanir um at standa á høvdinum fyri eini fríari Suðuroy, men tað hevði glett okkum, um tit í Havn fingu bæði beinini á jørðina aftur, so vit í felag kunnu byggja hetta landið upp á einum skilagóðum/røttvísum støði.

Tit missa ikki bert blokkin, nei nú skal rentustuðulin takast av, og sostatt allar Føroyar revsast, tí tit í Havn við politikkarunum á odda, hava gingið og spælt stórir í alt ov langa tíð. Nú er man so komin til, at allar Føroyar skulu gjalda fyri tann ørskap, sum gongur fyri seg í Havn. Hvat hava teir høgu húsaprísir í Havn við Suðuroynna og aðrar útoyggjar at gera.

Halgir W. Poulsen skrivar eisini, at vit ikki kunnu fáa loysing frá restini av Føroyum, hetta er milt sagt tvætl, sitandi Landsstýri hevur longu givið okkum ein part av tí fullveldi ein stórur partur av okkum suðuroyingum vilja hava. Vit eru longu valdir frá, so hví ikki taka tað síðsta stigið, vekk frá tí niðurbrótandi kreftunum í Havn, ið billa sær inn, at teir stýra hesum landi.

31. januar ?01 skriva 6 lærarir í Tvøroyra skúla um eina fullveldis ætlan fyri Suðuroynna, eg og nógv onnur stuðla hesi hugsan, og vilja minna Halgir W. Poulsen og øðrum, at hetta er ikki skemt. Av skaparans hond er alt ríkidømi undir Føroyum lagt sunnan fyri Suðuroyarfjørð, hettar er av góðari grund, tí vit suðuroyingar eru teir einastu, ið kunnu stýra hesum ríkidømi, so tað kemur til allar endar av landinum, eisini til tey sum búgva í útjaðaranum. Tí vil eg heita á allar suðuroyingar, standi saman, arbeiði fram móti loysing frá restini av Føroyum.

Her veit eg, vit suðuroyingar fáa fullan stuðul frá Sandoynni, ið eisini hevur verið gloymd alt tað eg kann minnast.

Tað verður ikki lætt at loysa Suðuroynna frá restini av Føroyum, um um heldið er við okkum, skal tað nokk eydnast. Hugsa tær til, vit eiga Suðuroyarfjørð, og alt tað, ið liggur sunnanfyri. Tey bestu fiskiplássini eru og vilja altíð vera okkara, oljuna skulu vit nokk finna, hon er jú á okkara øki, so kunnu tit norðanfjørs komið suður at arbeiða sum í gomlum døgum, tá landið stóð saman. Og til tykkum, ið ikki eru sjósterk, skulu nokk fáa eitt pláss í Hvalba ella Rangabotni har kolið liggur og bíðar. Ríkidømi, ja sjálvt merkið er okkara.

Teir sum ikki vilja taka ímóti arbeiði her suðuri, kunnu passa Norðurlandahúsið, Listaskálan, Smiðjuna í Lítluvík og mangt annað, sum ongantíð hevur givið eina krónu í Landskassan, og teir sum eftir eru, kunnu fara til Kirkjubøar at smelta glas saman við teimum tjóðveldismonnum, ið har eru.

Og til tykkum sum skulu umbyggja tinghúsið, tit vera nokk koyrdir til hús, her verður ikki neyðugt við umbygging, sitandi landsstýri hevur víst, at húsið er vælegnað til sjónleikarahús, so tað skal vera sum tað er, so leingi núsitandi landsstýri situr.