Blaðfólk eru útbúgvin til at bera tíðindi, at dekka alt runt um ein evni og at finna serfrøðingar. Soleiðis kunnu blaðfólk ikki ofta sjálvstøðugt skera ígjøgnum innan eitt umfatandi evni og t.d. meta um ymiskar loysnir, perspektiv um fortíðina og framtíðina hjá einum øki/evni. Til hetta nýtist okkum føroyskar og aðrar serfrøðingar, ið skulu vera við í kjakinum. Hetta vil eisini siga tey, ið eru í starvi innan t.d. sjúkraverkið, tað almenna, fiskivinnuna og oljuvinnuna. Hetta við serfrøðingum skal ikki takast púra uppá orðið, tí kjakstøði verður eisini ávirkað og sett av fjølmiðlafólki og intellektuellum røddum. Formaðurin fyri Fróðskaparfelag Føroya, Dánjal Petur Højgaard, vil royna at fáa føroyskar heimvendar útisetar og frøðingar at vera meiri við í kjakinum her heima. Tað er eingin loyna, at nærum hvør heimkomin frøðingur og nýútbúgvin útiseti tykist hvørva ella bráðtagna, men hví er tað soleiðis?
Tað er ein løgin valdsjavnvág í føroyska samfelagnum, ið byggir á eitt fólksligt misálit yvir fyri lærdómi, høvuðstað iog hægri mentan. Ein ávís anti-intellektualisma er í djúpgrýtinum, har føroyingar í øldir hava verið erpnir av, at teir ikki hava lisið bøkur, og hartað tey ið gjørdu tað. Vit í Føroyum eru á nógvan hátt hámodernað, men á øðrum økjum eru við afturi í tí villasta feudala bóndasamfelagnum. Fyri tað, um vit koyra í modernaðum akførum, nýta teldur osfv., kunnu vit væl á øðrum økjum liva í 18 øld.
Einstaklingalyndi
Í øllum londum í heiminum er stórt kjak um gamlar siðir og um tað modernaða, við broyttum líviumstøðum og øktari altjóðagerðing. Hetta ger seg galdandi alla staðni, frá Noreg, Butan til Føroyar. Framtíðin er longu her og seyrar ímillum skins og hold, ið millum annað merkir økta einstaklingagerðing og býarmenning. Tað liggur í øllum metingum, at fólk søkja frælsi (hvat er galið við tí?). Serliga heimvendir útisetar, ið aloftast eru ungir føroyingar, halda seg aftrat høvuðstaðnum. Har eru ikki bert arbeiði, men nógv fleiri møguleikar og kanska neyðugur anonymitetur enn á bygd ella útoyggj ? tað torir eingin politikari, ella okkara mentanarliga og samfelagsliga elita at siga hart (tey búgva bara har). Tað tykist sum um einstaklingalyndi og frælsi finst í øktan mun í býum og høvuðstaði.
Eg var í USA seinasta vár. Har tosaði eg við granskarar, ið søgdu frá, at tað at búgva í the rural areas, t.v.s. úti á landinum, ikki var høgt í metum longur. Á føroyskum (og norskum) hava orð sum bygd, økis- og miðspjaðing ovurhonds positiva merking. Í Danmark er at búgva ?ude på landet? ikki tengt at serliga ógvusligum kenslum longur. Tað var tað á døgum Morten Kochs. Somuleiðs er høvuðsstaðarð og býarmentan ikki negativt í Danmark, Íslandi og Svøríki ? men í ovurhonds nationalistiska Noreg er býurin umboð fyri alt óndt, bygdin fyri alt gott. Tað løgna við føroysku kjakmentanini og hareftir politikki, er ein valdsjavnvág, har bygdin umboðar tað, ið gott er og positivt. Aftaná tjóðskaparromantikkin yvirlivdi bygdanationalisman, har fólk á bygd høvdu ?veruligu? føroysku mentanina, málið og tann veruliga føroyska lívsformin. Føroyski høvdingur sum Jóannes Patursson kom sjálvandi, sum ein annar Kong Sverri, úr Kirkjubø. Jú, nakrar smábygdir hava menn altíð mett fínari, eldri enn aðrar. Høvuðsfíggindin í bygdadyrkanini eru serliga embætismenn og býarfólk. Embætismenn, tí teir kanska hótta tankan um, at stættarmunur ikki er í Føroyum. Hesin tankin um líkheit, ið er ein stór mýta, byggir uppá ein fólksligan ótta fyri útlendingum og føroyingum, ið eru útlærdir uttanlands. Ein ræðsla fyri elitu, og kanska, at hesi hava fingið fínari vanar ? vilja t.d. helst búgva í høvuðsstaðarøkinum.
Feudala fortíðin
Tað var ikki tjóðskaparrørslan, ið broytti okkum føroyingar, men sluppurnar, fiskurin og viljin til at sleppa burtur úr feudalu fortíðini. Tjóðskaparrørslan hevði eina ávísa savnandi ávirkan, men fekk ikki á sama hátt savnað ella einsrættað alla føroyska mentan. Í tjóðskaparligu konstruktiónini av teim nýggju Føroyum, føroyska lívinum og tí nýggja føroyinginum vann hesin tankin valdið, at býarmentanin var hin nýggja, fremmanda og tí hin óføroyska. Somuleiðis, at Havnin ikki bygdi á tað ?týpiska? føroyska, ella einar nóg føroyskar Føroyar. Í tí føroysku úrmytologiini býr hvørki Høgni, Ketil ella Kálvur í Havn, og fólkini í ?Tað lýsir av landið? hjá Martini Joensen, berjast við avleiðingar av ídnaðargerðingini í stóru fiskiplássunum ikki í Havnini. Eingin heimstaðarrithøvundi, kanska burtur frá William ? ið er hin besti av teim øllum, skrivar serliga positivt um Havnina. Sum uppvaksin á bygd, loyvi eg mær at seta álvarsamar spurningar til henda veruleika, at bygdin er ein nærum betri partur av føroyska samfelagnum, enn okkara lítli kæri høvuðsstaður Havnin. Hin nýggja tjóðarbyggingin, ið kom á okkum legði undir at hámeta bygdina, tí har meintu menn, at alt tað gamla stavaði. Men hesin tankin er ótíðarhóskandi og beinleiðis sentimentalur.
Vitloysi ræður
Alneyðugt er, at vit ikki seta sentrum og økismenningina at hvørjum øðrum sum mótsetningar. Eg meini, at henda einfalda heimsmynd, syndrar, spjaðir og oyðileggur meir enn hon er mennandi. Ávísir partar av bygdunum (kanska tær flestu) eru ikki í náttúrligari menning, men í politiskari mening, hjálpir av vælagni um tunellir, útbyggingar og allan træmanskapin frá áttatiárunum. Hvar eru stóru visiónirnar um at føra Føroyar framá inní eina verð við vitan, kunningartøkni og gransking? Nei, alt eitur økis- og bygdamenning, tí hesi orð eru heilag, eitt nýføroyskt mantra. Vit vita innast inni, at útoyggjarnar longu eru endaðar sum fortíðarleivdir og ferðafólkamið. Tíðin er farin frá hesum økjum, eins og nógvar bygdir í Føroyum hava lítið og einki at bjóða av arbeiðsplássum, frítíðarítrivi ella mentan. Svínoy, Trøllanes og Tjørnuvík koma ongantíð at verða hornasetinar í eini komandi fjølbroyttari vitan- og ídnaðarmenning, ið passar við krøvini í 21. øld. Høvdu føroyingar ikki ferðast til Havnar at arbeiða, verið sjómenn úti og heima, so var einki lív lagað í millumstóru bygdunum í Føroyum. Einastu livikor, ið vóru lagað høvdu verið fyri fólkapensionistar, bóndir, seyð, hundar og onkran hendinga útróðrarmann. Vit hava ikki ráð, hvussu so vit venda tí, at útbyggja allar Føroyar í senn. Øll kunnu ikki hava alt, alla staðni. Tað fremir ikki Føroya sak, at vitleysir lokal- og bygdapolitikarar vilja smildra og sorla bæði Havnina og allar almennar stovnar, og vilja dragsa hesar stovnar um dalar og fjøll, tí teir sjálvir vilja vera afturvaldir. Hesir menn, ið ikki vilja tálma fyrr enn alt samfelagið nærum er lagt í oyði av miðspjaðing, økis- og bygdamenning. Taka vit eitt tilvildarligt dømi, so hava vit sum ein annar arabaraoljustatur miðnámsskúlar á hvørjum tanga. Var tað eg sum kom við ráðum, so skuldu nærum allir framhaldsskúlar verið savnaðir, soleiðis at studentaskúlar, HF, lærarskúli-, sjúkrasystra-, handils-, sjómans- og Fróðskaparsetur Føroya vóru saman. Soleiðis kundi samfelagið spart milliónir, tí skúlarnir kundu deilt lærarar, skúlastovur amboð osfv. Men tað veruliga áhugaverda er, at hin einstaki HF´arin, handilsskúlanæmingurin hevði fingið eina nógv betri frálæru. Um ein t.d. lesur HF í Klaksvik ella í Suðuroy (hetta er eitt sindur betur á Kambsdali), so fær ein bert ein brøkpart av teim lærugreinum, ið ein vil hava. Tað eru sjáldan nóg nógv til ein flokk í fronskum, heimspeki, lívfrøði, fiskivinnu, evnafrøði osfv. Hetta vil siga, at ein økismiðnámsútbúgving er ofta langt frá so góð sum ein lisin í Havn! Og at vit ofra góðsku á altarinum fyri økis- og bygdamenning. Hvat ger tað um tey 18 ára gomlu flyta til Havnar? Tey noyðast av landinum allíkavæl um tey vilja lesa veruligan hægri lestur. Tað er gott og mennandi fyri ungfólk at koma uttanlands og helst eisini at læra at klára seg sjálvi í høvuðsstaði okkara frammanundan.
Bygdamytologi
Hvat er tað, sum er so gott á bygd? Er tað ikki mest ein sentimentalur longsul aftur til okkurt upprunaligt og kanska aftur eftir fortíðini? Tá eg var eini 12-13 ára gamal á bygd, var hon longu alt ov lítil. Barndómsins paradís gerst eitt tølandi fongsul av vantandi upplivingum og møguleikum. So skjótt ein kann, gongur leiðin uttanlands og helst ongantíð heimaftur. Eg kendi meg aftur, tá genturnar í svenska filminum ?Fucking Åmål? uppgevandi grenjaðu: ?hví skal eg búgva í fucking Åmål?. Fucking Skálafjørðurin, haðani eg komi, er heldur ikki har ein droymir um at búgva tá ein er 16-18 ár. Soleiðis er tað bara, einasti munurin er kanska hann, at eg tori at siga tað. Í Danmark er tað í lagi at arga tey, ið búgva í provinsuni og á landinum, men í Føroyum er tað meiri ?rætt? at gera skemtisøgur um havnargrind (hod dogs) og at havnardreingir tosa um ?fiskar við brúsi á rygginum? (grindhvalar).
Fara við ein túr aftur í fortíðina, so var gamla bóndasamfelagið í øldir merkt av, at tað abstarkta, ástøðiliga ikki var høgt í metum, tí bert tað konkreta og nyttukenda kundi breyðføða fólkið. Men í dag er samfelagið eitt annað. Nú tørvar okkum vitan og hvat er meiri abstarkt enn t.d. kunnungartøkni. Eg haldi, at blinda liðið, ið dyrkar bygdaromantikkin ikki vil vita av, at vit ikki liva í einum siðbundnum samfelag meiri, har eitt elstamannaráð kann siga okkum, hvussu alt skal vera. Siðir eru bert royndirnar at skipa okkara felagsminni, ið aftur innihalda ritualir, ið kunnu varðveita tey bond, ið knýta fortíð og nútíð saman ? tvs. soleiðis riggar tað í einum siðbundnum samfelag, ið vit ikki liva í meiri. Í einum siðbundnum samfelag koma siðirnir fram í praksis gjøgnum ritualir, har eitt samfelag roynir at endurskapa fortíðina við ítøkiligum gerðum. Við siðunum koma eisini sannleikauppskriftir, ið vit hvørki kunnu mótsiga ella kjakast um. Og tí er tað siðbundna samfelagið veikt og ikki ført fyri at liva við broytingum. Allir siðir hava verndarar, ið tulka og umsita siðirnar. Hesi eru ikki serfrøðingar, men verða vald, tí tey sita á onkrum ávísari orku, gamlari dygd, ið vit ikki kunnu siga, hvat er. Eitt slíkt elstamannaráð kenna vit frá øllum siðbundnum samfeløgum í heiminum, men í einari modernaðari verðsligari verð riggar hetta ikki. Vit hava brúk fyri frøðingum og intellektuellum.
Vitan er og verður vald
Kanska er tað av hesum viðurskiftum, at serfrøðingar, ja allir frøðingar aftra seg við at tora at tosa um ymisk viðurskifti í fjølmiðlunum. Alt samfelagið flennir t.d. eftir Sjúrða Skaale, tá hann spælir Esmar Eysturoy gamlaárskvøld. Hvat er hann annað enn ein óføroyskur frøðingur, ein møguligur komandi embætismaður. Ein bókaormur, ið er tað næsta ein kann koma til ein idiot í Føroyum. Esmar er t.d. bert stuttligur í Føroyum, tí hann punkterar kanska tað valdsjavnvág, ið er í samfelaginum, og Esmar minnir okkum um, at vitan kann brúkast skeivt, men eisini um, at frøðingar flenna vit helst eftir, tí vit ikki skilja teir. Esmar mótprógvar orðini hjá Anfinn Kalsberg um, at vit í Føroyum ikki hava stættarmun. Í Føroyum eru frøðingarnir nærum ein undirstætt, ið hvussu so er ein hóttur minniluti, sum fólkið hálvavegna vanvirðir. Kanska tí, at frøðingar eisini eru vandamiklir, tí teir siga mangan okkurt helt annað enn politikarar, blaðmenn og vanliga fólkið. Og tað sum vanligi maðurin ikki skilir (ella vil hoyra), ja harragud, tað má ikki skrivast um í bløðum, sendast í Útvarp Føroya ella í SVF. Men henda meting er púra skeiv, tí vitan er vald. Frøðingar fáa og hava vald, tað dámar partar av fólkinum ikki, og í ómegd og øvundsjúku livnar og blomstrar niðurgerðingin ? tí er Esmar Eysturoy stuttligur í Føroyum. Ein syrgilig og negativ tulking, men tíverri alt ov sonn.
Soleiðis meini eg, at nógv nýhugsan druknar í gomlum siðum, og at samfelagið týðuliga vísur seg at vilja halda seg til ótíðarhóskandi og alt ov siðbundnar mytologiskar tulkingar av bygdini, av høvuðstaðnum og tí góða føroyska lívinum ? í modernaðir politikarir royna at ræna einkarrættin til.
Hvar eru tey, ið duga, vita og kunnu siga okkum um øll møgulig viðurskifti í Føroyum í dag? Hava tey selt sítt talufrælsi til ævigu føroysku tøgnmentanina, ið mangan birtist av, at øll kenna øll, ella um teir lítlan og ongan áhuga hava í at luttaka í kjaki, kann ein bert gita um. Ein stórur trupulleiki í Føroyum er, at vit ikki hava havt eina sterka og upplýsta stætt, ið fyri langari tíð síðani hevur skapt eina frílynta kjakmentan og tað heimspekingurin Jürgen Habermas nevnir eitt borgarligt almenni. Og meðan kettan er úti, spæla mýsnar á borðinum. Teir óðu vinstrahallu samfelagsrevsararnir hava fólkið í Føroyum kanska ongantíð tikið í álvara ? teir hava mestsum allir verið gamlir kommunistar og kommunisma er líkasum einki gott støði undir stórum trúvirði eftir 1989.
Tjóðveldismenn hava eitt ávíst vald á kenslunum í løtuni, men teir eru bert so óendaliga sentimentalir, óðir og dámar betur kenslubornan retorikk enn argumentir, ja, og so ganga teir á odda í bygdarromantiska trúarólkinum. Sambandsmenninir gera helst einki ? annað enn at royna at berjast fyri at fasthalda status quo. Meðan menn berjast um loysing ella ikki loysing, fáa áhugabólkar, so sum politikara-, handils- og vinnulívsmenn vald á øllum, og at draga okkara máta at hugsa um t.d. fiskivinnuna, tí vinnan og politikkur eru í somu song. Tað er eingin loyna, at reiðararnir, stórhandilsmenninir (bilseljarar) og virkiseigarnir í Føroyum eisini eru politikarar, og hetta er mangan óheppið fyri okkara demokrati, men hetta tykist ikki at nerva fjølmiðlarnar. Tað sum er dupult óheppið er, at okkum afturat hesi mynd, vanta frílynt lærd fólk, intellektuell og akademikarar, ið tora at siga sína meining. Alt endar tí við at vera upp til eina ella aðra atfinningarsama rødd, ella bert onkran, ið sigur okkurt annað, um hann ikki druknar í dunkinum frá tónleikinum á Ras 2, ævigu andaktina á Lindini ella longu gekkasendingini á SVF. Men um onkur ger tað, so verður hann illa hagreiddur. Tær professionellu intellektuellu røddirnar, ið hava selt sítt talufrælsi til fyritøkur og stovnar, vita oftast betur um landsins støðu, men tora ikki at koma fram, tí teir hava fingið munnkurv frá teim bankum, stovnum og fyritøkum, teir arbeiða fyri. Í Føroyum tola fólk ikki, at ein persónur bæði arbeiðir fyri eina fyritøku sum t.d fíggjarfrøðingur, fiskivinnufrøðingur ella løgfrøðingur og samstundis loyvir sær at vera ein privat rødd í okkara ?demokratiska? samfelag. Hevði onkur fíggjarfrøðingur ella annar serfrøðingur brotið við hesa siðvenju, hevði hann beinanvegin fingið ávaringar frá sínum arbeiðsgevara. Ikki tí hann á nakran hátt hevur brotið nakra lóg, men brotið við eina valdsásetta føroyska tøgnmentan. Hesi fólk kundu sagt okkum frá, hvat vantar og hvar broytingar skulu gerast, men tað koma tey helst ikki at gera, tí teirra røddir eru keyptar til at tiga, og tá tær tosa, ljóða tær allar eins og hin seinasti aðalfundurin í fyritøkuni ella á stovninum. Gera tey av at nýta síni grundlógartryggjaðu rættindi, verða tey uppsøgt vegna samstarvstrupulleikar við brestin. Hetta er einki vit skulu vera stolt av, hetta ber bert boð um, at vit eru ongan veg komin. Hetta er eitt satt tekin um, at Føroyar eru ein komandi parodi og ein bananstatur. Uttan eitt borgarligt almenni kann samfelagið ikki annað enn at rotna innanifrá.
At tora at finnast at
Hann, ið torir, er ein umráðandi persónur, og fjølmiðlar, ið tora skulu berjast sum villir vargar fyri at tað skal geva meining at vera føroyingur og at liva í Føroyum. Fjølmiðlarnir skulu vera ein rødd, ein pennur í myrkrinum, ein rás sum torir í Føroyum at skapa eitt føroyskt mál, ið tænir sannleikanum, ið torir at tosa ímóti valdinum. Ein rødd, ið við einum klárum máli, sigur frá, tá valdið verður misnýtt, tá nepotisman blómar og órætturin veksur. Neyðugt er eisini at tora at tosa t.d. ímóti nationalismu, ið bert kávar yvir, at nøkur fólk vilja sita á valdinum, størvunum og hava tikið einkarrætt uppá hina sonevndu føroysku mentanina og hin føroyska samleikan, ið tey vilja umsita fyri at hava valdið á okkum. Okkum tørvar radikalt mót, og at fjølmiðlarnir tora at vísa vegin. At hesir ikki bert royna at kappast um at borðreiða við fólksligum tannleysum undirhaldi, men liva upp til leiklutin sum hin fjórða statsmaktin. Við ella uttan bygdamenning.