Føroyska náttúran skal dálkast?men yvirskotið skal sendast av landinum

? Skulu útlendingar kunnu eiga 49% av føroyskum alibrúkum, hevur tað lítið uppá seg at fáa sær fult ræði á føroyskari aling ígjøgnum strámenn, heldur Vilhelm Johannesen

? Tað er sera umráðandi, at føroyingar sjálvir hava ræðið á alivinnuni og stýra henni.

Vilhelm Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður í alimálum, kann yvirhøvur ikki taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum at geva útlendingum loyvi til at eiga 49% av føroyskum alibrúkum.

Higartil hava útlendingar kunnað átt 33% í føroyskum alibrúkum.

Men í dag fer løgtingið at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um at geva útlendingum rúmari ræsir í føroysku alivinnuni so at teir framyvir kunnu eiga upp til 49% av alibrúkunum.

Vilhelm Johannesen sigur, at javnaðarflokkurin fer at viðgerða málið á miðdegi í dag, so hann kann ikki svara fyri allan flokkin.

Men sjálvur er hann hart ímóti hesum partinum av alipolitikkinum hjá landsstýrinum.

? Eigur tú 49% av einum felag, er so skjótt, at tú kanst fáa strámenn at hjálpa tær til at fáa fult ræði á tí, sigur Vilhelm Johannesen.

Hann sigur, at royndir úr øðrum viðurskiftum vísa okkum, at tað er ikki óvanligt at útlendingar hava strámenn fyri seg.

? Tá ið tú hevur 49% av einum felag, skalt tú bara hava 2% afturat fyri at hava reinan meiriluta.

? Og tað hevur lítið uppá hjá teimum at fáa strámenn at hjálpa teimum at sleppa ígjøgnum tey lógfrøðiligu nálareyguni, sum eru.

? Og so hava føroyingar mist ræði alivinnuni og tað er serstakliga óheppið, sigur Vilhelm Johannesen.


Føroyingar sjálvir

Vilhelm Johannesen var landsstýrismaður í alimálum frá januar í 1985 til januar í 1989.

? Tá ið vit komu í landsstýrið ta ferðina var lítið til av lógum hesum viðvíkjandi.

? Men í 1988 fekk eg eina lóg samtykta, sum segði, at fyri at hava avgerðarrættin á einum alibrúki, skuldi tú lúka tríggjar treytir.

1) Tú skuldi búgva á staðnum, har aliloyvi varð givið.

2) Tú skuldi hava serligt tilknýti til staðið, har alingin var.

3) Tú skuldi búgva í Føroyum.

? Hetta varð samtykt so at siga einmælt, 30 atkvøður vóru fyri og ongin ímóti.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at hetta vísir, hvussu stóran dent alt løgtingið, fyri bara 10 árum síðani legði á, at ræðið á føroysku alingini bleiv verandi á føroyskum hondum.

?Men ræðið skuldi ikki bara verða verandi á føroyskum hondum. Tað skuldi eisini vera á staðnum, har alibrúki varð.

? Tá var stór, politisk semja um, at tað skuldi ikki bera til at stórkapitalur úr Havn t.d. skuldi hava ræðið á alivinnuni úti um landið.

Vilhelm Johannesen sigur, at hansara støða er ikki broytt enn.

? Tí kann eg hvørki kann eg taka undir við, at útlendingar kunnu eiga 33%, og hvaðna minni 49% av føroyskum alibrúkum.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at landsstýrið brúktu í stóran mun norska lóggávu sum fyrimynd.

? Norðmenn vildu nevniliga hava, at eigarar og alarar skuldu vera somu fólk.

? Tað var ikki hildið verða heppið, at pengasterkar kreftir, sum vóru miðsavnaðar onkustaðni, áttu alingina, meðan fólkið kring landið bara slapp at sita sum eitt slag av uppsitarum av alibrúkunum.


Veldst um til hvat

Men nú er tað ikki óvanligt, at ymisk lond vilja hava útlendskan kapital í vinnulívið?

?Nei, tað er ikki óvanligt. ? Men tað veldst um til hvat.

? Nú skulu vit minnast til, at alingin er ein týðandi partur av føroysku náttúruni og føroyska umhvørvinum.

? Og tað er ógvuliga umráðandi, at vit sjálvi hava tamarhald á, hvat fer fram í nátúruni og hava avgerðarrættin um, hvat skal henda.

? Møguliga kann tað gerast við ymsum lógum.

? Men vit hava eina lóggávu sum er. Og vit vita, hvørjar trupulleikar, vit hava av føroyskum fyritøkum.

? Vit vita ,at aling dálkar. ? Og tað vil siga, at í alingini eru tað vit, sum leggja nátturuna til-tað eru vit, sum dálka okkara náttúru.

? Men fær landsstýrið sín vilja, skal yvirskotið, sum hendan dálkingin skapar, sendast av landinum.

? Tað er púra burturvið, sigur Vilhelm Johannesen.

? Tí haldi eg, at tað eru óráð at lata avgerðarrættin uppi hendurnar á útlendingum.

? Eg haldi ikki, at nakar kundi droymt um at givið útlendingum ræði á føroyska fiskiflotanum

Vilhelm Johannesen ivast eisini í um tað er neyðugt við útlendskum kapitali í føroyskt vinnulív.

?Peningastovnarnir eru fullir av pengum. Fólk fáa meiri og meiri pengar um hendi og eiga meiri og meiri í bankunum og yvirhøvur gongur framá í búskapinum.

? So tað er óneyðugt við útlendskum kapitali, sum støðan er.

Hevði støðan verið tann øvugta, at ongir pengar vóru í landinum, var støðan ein heilt onnur.

? Men kunnu vit sleppa undan, skulu vit lata vera. ? Tí vit eiga eisini at minnast til, at tá ið vit siga ja til útlendskar íløgur, siga vit eisini ja til at enda avkastið av landinum, sigur Vilhelm Johannesen.