Føroyska Ráðgevingin í Keypmannahavn, hevði 1786 áheitanir í fjør.
Tað upplýsir Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna.
Hon hevur spurt Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, um ætlanin at skerja føroysku ráðgevingina í Keypmannahavn.
Eyðgunn Samuelsen upplýsir eisini, at av teimum 1786 málunum í fjør, vóru 38% spurningar um sosiala økið og av teimum vóru 25%, at ráðgeva sjúklingar og teirra avvarðandi.
Tilsamans fekk ráðgevingin sostatt 172 áheitanir frá føroyskum sjúklingum ella frá avvarðandi at sjúklingum.
- Lat meg sláa fast, at ongin, sum hevur við tað at gera, verður sleptur upp á fjall.
- Tað fara vit at tryggja, staðfestir Karsten Hansen.
Hann sigur, at hansara málsøki eru tey, sum eru niðri í sjúkraørindum og tað eru 10% av virkseminum hjá ráðgevingini. Og tey verða ikki slept upp á fjall, vissar hann um.
Hann vísir á, at Ráðgevingin hevur havt avlop í rakstrinum, so tað verður ongin neyð í 2013 at reka ráðgevingina á sama stigi, sum higartil.
Restina av ráðgevingini er tað landsstýriskvinnan í almannamálum, sum umsitur og hon hevur boðað frá, at hon fer at leggja málið fyri landsstýrið.