Umleið 100 fólk høvdu leitað sær inn í Føroyahúsið mánakvøldið, tá MFS helt kunnandi pallborðsfund um olju
????????????????????????????????
Oljufundur í Keypmannahavn
Halla Nolsøe Poulsen, Stud. Scient. Pol.
??????????????????????????????????
Mánakvøldið 30. apríl helt Meginfelag Føroyskra Studenta ein kunnandi pallborðsfund um olju í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Pallborðsluttakararnir vóru Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og Jóannes Jakobsen, búskaparfrøðingur. Kári Mikkelsen var orðstýrari. Spurningurin, ið var til viðgerðar var, hvørji árin ein komandi føroysk oljuvinna kann væntast at hava á føroyska samfelagið, og serfrøðingarnir tosaðu so út frá hvør sínum øki.
Suni á Dalbø legði út, og var hetta eitt spennandi og vælfyrireikað upplegg. Hann kom m.a. inn á, at hetta er ein stór avbjóðing hjá okkara politikarum, tí teir frá at hava tikið avgerðir um fiskispurningar, nú skulu taka avgerðir um oljuspurningar, sum teir ikki vita tað stóra um. Nógvar umráðandi avgerðir skulu takast í næstum, m.a. hvat viðvíkur umhvørvisvernd og eisini um hvat skal gerast við oljupeningin, so hann verður placeraður trygt, og ikki kemur at koyra samfelagið um koll.
Frá einum samfelagsligum sjónarhorni er tað av týdningi at ansa eftir, hvørji árin ein oljuvinna kemur at hava á ta føroysku mentanina. Hetta viðgjørdi Suni eisini, og vísti hann á, at kjaki enn ikki hevur snúð seg so nógv um hetta. Heldur hevur verið tosað um alt tað tekniska, ið kanska er meira ítøkuligt at halda seg til, t.d. hvar oljuhavnin skal liggja o.s.fr.v. Tað er tó vert at hugsa um, at á sama hátt sum samfelagið ávirkar einstaklingin og setur rammurnar fyri, hvørjar møguleikar tann einstaki hevur, á sama hátt ávirka vit sjálvi mentanina, og kunnu harvið sjálvi avgera, í hvønn mun ein oljuvinna fer at ávirka okkara mentan. Tí er tað av týdningi, at vit skjótt taka støðu til, hvussu vit kunnu brúka oljuvinnuna til at menna mentanina og føroyska samfelagið sum heild.
Suni tók samanum við at greiða frá, at tað eru tríggar tilgongdir til at fara í holt við eina oljuvinnu. Tann fyrsta er beinleiðis luttøka, ið viðførir fleiri arbeiðspláss, men eisini økt trýst á arbeiðsmegina í landinum, ið ikki er so stór. Annar hátturin er førleikamennandi, har dentur verður lagdur á tann lokala førleikan, m.a. við at stimbra granskingina á økinum, og triði hátturin er at satsa uppá avkastið, t.v.s. rentuna frá oljupeninginum. Hesir tríggir hættir útihýsa tó ikki hvør øðrum, men kunnu sameinast. Hvør hátturin verður, verður helst avgjørt innan 2-5 ár.
Búskaparin
Jóannes Jakobsen, búskaparfrøðingur legði út við at siga, at hann tosaði fyri egna rokning, og ikki sum talsmaður fyri Búskaparráðið, har hann starvast. Hann legði dent á, at enn eru nógvir ósvaraðir spurningar, og at avleiðingarnar eru ringar at spáa um, fyrr enn vit vita um har er olja, hvussu nógv olja, og hvussu nógv tað fer at kosta at fáa hana upp. Eisini er ringt at vita hvussu politikararnir fara at fyrihalda seg, og helt Jóannes, at trupulleikin við politikarum er, at teir eru tíðarókonsistensir, t.v.s. teir kunnu t.d. avgera at seta peningin í ein grunn, men so broyta hugsan, og taka hann útaftur og nýta hann til ein undirsjóvartunnil til Nólsoyar.
Jóannes sá tvey høvuðsárin, ið oljuvinnan fer at hava á tí búskaparliga økinum. Tað fyrsta var, at hon fer at draga nógva arbeiðsmegi at sær. Hetta kemur so at hava avleiðingar fyri verandi vinnur, kanska serliga fiskivinnuna. Jóannes helt ikki, at alivinnan fór at fáa trupulleikar, tí har eru útreiðslurnar lágar. Í fiskivinnuni afturímóti hava vit flaka- og kryvjuvirkini, og hesi selja fiskin til meira ella minni fastan prís, so um lønartrýstið veksur við tí vaksandi eftirspurningi eftir arbeiðsmegi, fáa hesi virki ilt við at klára seg.
Hitt árini verður, at oljuvinnan fer at geva eitt stórt úrkast til samfelagið, og sjálvt um peningurin møguliga fer beinleiðis i ein grunn, so fer forvantanin um peningin at gera, at fólk fara at økja um sína nýtslu. Tey hugsa kanska, at tey hava peningin har, so um tey brúka eitt sindur meir av tí vanligu uppsparingini, so ger tað onki. Hetta ger, at heimamarknaðurin fer at vaksa og krevja meira arbeiðsmegi, tí má lønin upp, og so eru tað aftur flakavirkini, ið fáa trupulleikar. Við inntøkum frá oljuvinnuni fylgir óttin fyri Hálendsku Sjúkuni. Hálendska Sjúkan inniber, at nýggjar inntøkur av fremmandum gjaldoyra elva til inflatión og lønartrýst, ið oyðileggur kappingarføri hjá pørtum av "gomlu" vinnuni, ið kappast á altjóða marknaðinum.
Jóannes Jakobsen helt, at í veruleikanum eigur Hálendska Sjúkan ikki at síggjast sum ein trupulleiki - ella sjúka - men sum ein nátúrlig tillaging til eina nýggja javnvág. Harafturímóti kunnu trupulleikar stinga seg upp, um landsins leiðsla ikki er før fyri at lata hesa tillaging fara fram, uttan at blanda seg uppí. Um vandi er fyri at flakavirkini fara á heysin, ella verða yvirtikin av útlendingum, ja so má tað verða soleiðis. Størsta avbjóðingin í hesum er at lata vera við at royna at bjarga gomlu vinnuni. Eisini mugu vit taka hædd fyri, at einaferð hvørvur oljuvinnan aftur, og tá mugu vit ikki vera so tengd at oljuinntøkunum, at búskapurin ikki klárar at fóta sær uttan. Tískil er tað av týdningi, at man lagar seg til at umstøðurnar skifta, og at vit eru fleksibel.
Hálendska sjúkan
Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, legði skemtandi út við at siga, at hann metti Hálendsku Sjúkuna at vera kroniska i Føroyum, tá hugsað verður um trupulleikarnar við at útoyggjarnar doyggja út, meðan høvuðstaðarøkið bólgnar upp. Halgir hevði fingið sum arbeiðssetning at greiða áhoyrarunum frá um málið um undirgrundina, sum var so nógv frammi í donsku fjølmiðlunum hefyri, kanska serliga Ekstra Blaðnum. Hetta gjørdi hann eisini sera neyvt og undirhaldandi. Hann greiddi m.a. frá hvussu tað av fyrstan tíð vóru grønlendingar, ið vildu hava rættin til sína undirgrund, men tá teir meir ella minni vórðu knúlvaðir av dønum, og góvu upp, kom tað til, at føroyingar vildu hava rættin til sína undirgrund. Tað var so í 1988, at samráðingar byrjaðu við danir um rættin til undirgrundina. Í dag er sambart Halgiri ongin ivi um, at Føroyar eiga undirgrundina eftir heimastýrislógini sum sermál. Halgir legði eisini dent á, at tað frá politiskari síðu alla tíðina hevur verið semja um, at tað almenna ikki skuldi blandað seg uppí oljuframleiðsluna, men skuldi lata oljufeløgini sleppa framat. Hetta metti hann sum eina styrki frá føroyskari síðu. Halgir gav so eitt søguligt yvirlit yvir gongdina fram til í dag, har vit seta á at bora í summar. Vit fingu t.d. oljulóggávuna í 1998, og metti Halgir hetta at vera eitt væl úr hondum greitt avrik. Hann helt ongan iva vera um tær góðu og vælmeintu reglurnar í lógini, men bæði Halgir og Jóannes vóru samdir í, at t.d. reglan um, at alt tilfar og manning til oljuboripallarnar skal um føroyskan bryggjukant, kann skapa trupulleikar. Jóannes væntaði, at eftir eini tíð fór henda reglan at detta burtur, tí hon fer at vísa seg at verða sera torfør at upprætthalda. Lóggávan er kanska merkt av, at hon var skrivað í eini tíð, har tørvur var á arbeiði, og samfelagið var úti í eini kreppu. Halgir tók samanum við at siga, at hann helt ikki at nakar ivi var um, at oljan fór at koma, og at við henni kemur tað altjóða kapitalistiska samfelagið til Føroyar, og hetta er búskaparliga kreftir, vit mugu ansa okkum fyri.
Samanumtikið var hetta ein góður og upplýsandi fundur, metir MFS. Ætlanin er at royna at skipa fyri tílíkum tiltøkum eitt sindur oftari, fyri at tryggja, at tey lesandi hava møguleikan at fylgja við í kjakinum harheima. Fyribils er tað næsta tiltakið tó í Føroyum, nevniliga lestrarstevnan í summar, ið sum vant verður í Norðurlandahúsinum vikuskiftið áðrenn ólavsøku, t.v.s. sunnudagin 22/7.
Hon fer í ár at snúgva seg um sambandið millum Føroyar og ES. MFS metir, at hetta kjakid er rættiliga fráverandi í føroyska samfelagskjakinum, og vil tí vera við til at toga tað inn á politisku dagsskránna. Eisini fer MFS í summar at skipa fyri Pisudøgum. Hetta tiltak er ætla teimum nýklaktu pisunum runt landið, ið ætla sær undir víðari lesnað, og verður í august, væntandi á Fiskirannsóknarstovuni í Havn. Har fara umbod frá MFS at greiða frá, hvat hugsast skal um, tá farið verður í gongd, og hvørjir trupulleikar ein kann koma út fyri, sum nýbyrjari innan tann akademisku heimin.
Kelda: Fjølnir
Myndir: Bjørg Dam