Føroyska skattatrýstið nógv lægri enn tað danska

Við árslok 2011 var skattatrýstið í Føroyum 43% av tøku bruttotjóðarúrtøkuni.
Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.
Hagstovan sigur, at frá 2004 til 2008 vaks føroyska skattatrýstið javnt og í 2008 var tað 45% av tøku bruttotjóðarinntøkuni.
Síðan fall tað eitt sindur aftur niður í móti 42%, men í fjør vaks skatturin meir enn tøka bruttotjóðarinntøkan og er skattatrýstið tí økt til umleið 43% við árslok 2011.
Men í ár er so skattaskipanin broytt, og vit hava fingið flatan skatt, samstundis sum pensjónir eru skattaðar við inngjald og tað kann hava ført til broytingar.
Hagstovan sigur samstundis, at danska skattatrýstið er eini 48% og tað er sostatt væl hægri enn tað føroyska.
Gongdin er tó at munurin minkar alsamt.

Danska skattatrýstið var uppá tað hægsta um ár 2000, men er síðan fallið nakað.

Samstundis er tað føroyska skattatrýstið vaksið í sama tíðarskeiði, úr einum 39% um aldarskiftið til eini 43% við árslok 2011.

Í 2011 var annars annað árið á rað, at skattainntøkan hjá tí almenna í Føroyum vaks meiri enn 4% og nú táttar hon í seks milliardir krónur.

Tað er skattur av lønum, sum gevur vøksturin, tí hinvegin kom minni inn í avgjøldum í fjør vísir ein fyribilsuppgerð hjá hagstovuni.

Vøksturin seinastu tvey árini merkir, at í 2011 kom meira inn í skatti og avgjøldum enn í metárinum 2008.

Meira enn helmingurin av skattinum er inntøkuskattur. Her er talan um skatt av lønum, kapitalvinningi og frá partafeløgum.

Í fjør var inntøkuskatturin góðar 3,5 milliardir krónur og tað er ein meirinntøka upp á 232 milliónir krónur, aftur ímóti 2010, ella ein vøkstur upp á eini 7%.

Orsøkin til at inntøkuskatturin veksur, er, at lønirnar í sama tíðarskeiðið eisini hækkaðu.

Hin stóra skattainntøkan er avgjøld á vørur og tænastur.

Í fjør vóru avgjøldini 1.768 milliónir krónur, sum er eitt vet minni enn árið fyri.

Inntøkurnar av mvg og øðrum avgjøldum eru framvegis væl minni enn í bestu avgjaldsárunum 2007 og 2008.

Størsti partur av inntøkuskattinum og allar avgjaldsinntøkurnar fara í landskassan.

Landið fær 64% av skattinum, sum í 2011 var 3,8 milliardir kr. Kommunurnar fáa bara inntøkuskatt og tað var 25% av inntøkunum. Kommunurnar fingu 1,5 milliardir kr. inn í fjør.

Kravd sosial tryggingargjøld eru góð 10% av skattainntøkuni og eru um 600 milliónir krónur.

Hetta eru inngjøld til samhaldsfasta eftirlønargrunnin, Arbeiðsloysisskipanina, Barsilsskipanina og Heilsutrygd, sigur Hagstovan.

Talvan vísir munin á skattatrýstinum í Føroyum og í Danmark, har tann ovara strikan er danska skattatrýstið.