Føroyska vatnið ger besta brennivínið

Enn einaferð hevur DISM vunnið sær heiðursmerkir á The International Wine & Spirit Competition (IWSC), ið júst hevur verið fyri 47. ferð. Kappingin, ið er høgt í metum í bransjuni, hevur sæti í Bretlandi og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr útivið 90 londum. Løgirnir verða blindsmakkaðir og heiðursmerkjakandidatar verða harumframt kemiskt kannaðir. Í smakkipanelinum sita ikki færri enn 400 serkøn fólk úr øllum heiminum; sonevndir “global experts”.

 

Hesa ferð lat DISM trý sløg inn til kappingina. Úrslitið gjørdist, at Eldvatn vann silvursheiðursmerki í greinini vodka, meðan Baraldur og Havið í eldu útgávuni, ið kom út í avmarkaðari nøgd herfyri, vunnu bronsuheiðursmerki ávikavist í greinunum ginn og akvavitt.

 

- Vit vita, at okkara vørur eru fyrstafloks. Vit gera okkum ómak í øllum liðum og brúka einans bestu rávørurnar. Og í tí sambandi má føroyska vatnið nevnast. Tí tað er lítil ivi um, at góða úrslitið í stóran mun er framúr góða og vælsmakkandi føroyska vatninum fyri at takka, sigur Erling Eidesgaard stjóri á DISM.

 

Umframt Eldvatn, Barald og Havið framleiðir DISM eisini Lívsins Vatn, ið kom á marknaðin í 2008 sum tað fyrsta.