Føroyskar pokermilliónir goymdar uttanlands

Nógvir føroyingar spæla poker á netinum, og summir duga heilt væl og vinna upp í fleiri hundraðtúsund krónur. Ógvuslig skatting forðar teimum at taka peningin heim, og tí velja teir at hava peningin standandi uttanlands, har teir so liva sum greivar tá teir ferðast

Spæl

Rógvi Nybo

rogvi@sosialuirn.fo


Seinnu árini hevur poker-dillan herjað allan heimin. Christiansen Capital Advisors mettu í 2005, at inntøkurnar frá online poker vuksu frá 82,7 milliónum dollarum í 2001 til 2,4 milliardir dollarar í 2005, og helst er tað vaksið nógv síðan tá eisini.

Henda dilla hevur eisini rakt føroyingar, og eru tað føroyingar í hópatali, ið spæla poker á internetinum á kendum pokersíðum sum FullTiltPoker, PokerStars og so framvegis, har fleiri milliónir av spælarum luttaka, ofta upp til 30 – 50.000 spælarar í somu kapping í senn.

Hjá fleiri av teimum føroysku spælarunum gongur tað eisini væl, og tað eru ikki bert smáir vinningar, ið eru at fáa, tá tú spælir umvegis internetið.

Í summum av teimum stóru kappingunum verða vinningar upp til heilar 12 milliónir dollarar, ella 60 milliónir krónur, verða útgoldnir.


Milliónir útistandandi

Sosialurin veit um einstakar føroyskar spælarar, sum hava vunnið vinningar í hundraðtúsundaflokkinum, og um bólkar av spælarum, sum saman hava vunnið omanfyri milliónina. Men peningurin verður ikki tikin heim og nýttur í Føroyum.

Ístaðin er vanligt at hesir »poker-millionerarnir« hava peningin standandi á kontum í fíggjarstovnum uttanlands, og so heldur fara út at ferðast og so liva í sús og dús av vinninginum, eins og aðrir millionerar við flottum hotellum, dýrum drykkjuvørum og merkisklæðum meðan teir eru uttanlands.

Komnir heimaftur fara teir aftur til at gera einki, móttaka arbeiðsloysisstuðul, ganga í skúla og liva av studningi, koyra trukk á keiini, standa sum sølumaður ella stjóri, ella hvat teirra dagligi gerningur annars er.


Skattast sum inntøka

Orsøkin til, at føroyskir stórspælarar velja at lata peningin standa uttanlands, heldur enn at fyta peningin heim til Føroya og nýta hann her, er føroyska lóggávan.

Løgtingslóg nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m. sigur, at:

“§ 1. Vinningur av burturluting, eydnuspæli, happadrátti, vedding, premiulánsbrævi, premiukonto, gitikapping o. tl. har loyvi krevst frá føroyskum myndugleika ella sum haldast vera almennar, hóast loyvi ikki krevst, er undantikin inntøkuskatt til land og kommunu.

Stk. 2. Vinningur frá bókmentaligari, listaligari, vísindaligari og tekniskari kapping og virðisløn fyri tílíkt arbeiði er undantikin inntøkuskatt til land og kommunu.

Stk. 3. Í staðin fyri inntøkuskatt skal latast gjald, sum er 15% av tí parti av vinninginum, sum er omanfyri 3.000,00 kr. Gjaldið fellur til landskassan.


Pokerspæl kemur ikki undir nakra av hesum treytunum, og er tískil ikki undandtikið inntøkuskatt til land og kommunum.

Hjá TAKS upplýsa tey, at tað, sambært grein 25 í skattalógini, verður takserað júst sum ein vanlig arbeiðsinntøka, har tú betalir landsskatt, kommunuskatt, kirkjuskatt, arbeiðsmarknaðargjøld og líknandi.

Tískil er tann parturin, sum fellur til landið, nærri helvtini av upphæddini, um talan er um ein stóran vinning í poker, í mun til um tú vann eina millión í Lotto.


Skulu sjálvir gera upp

Hjá TAKS upplýsa tey eisini, at tað er ein uppgáva, sum áliggur hvørjum einstøkum, sum spælir poker og hevur vinning, at lata sjálvuppgávu inn.

Skattur verður tikin av nettovinninginum gjøgnum eitt ár, og áliggur tað tí hvørjum einstøkum at fylgja væl við, hvat hann hevur av útreiðslum og hvat hann hevur av inntøkum til at spæla poker fyri.

Men tað kann altíð verða freistandi at lata vera. Ofta eru vinningarnir ikki teir heilt stóru gjøgnum eitt ár, og kann tað tykjast sum eitt tógvið stríð at skula fylla øll møgulig skjøl út, fyri síðan at fáa eina skattarokning afturfyri, ella fáa at vita, at einki er vunnið og tí skal einki gjaldast.


Lóggávan má broytast

Ein pokerspælari, sum Sosiaurin hevur tosað við, greiðir frá, at hann hevur vunnið heilt fitt av peningi í poker á internetinum. Hann er regluligur spælari, og kann metast sum ein av teimum dugnaligu. Ein av teimum, sum ikki hava undirskot av spælinum, tvørturímóti.

Uttanlands standa nakrar hundraðtúsund krónur og bíða eftir honum. Hann hevur vunnið tær, púra lógliga, gjøgnum pokerspæl. Men hann vil ikki taka peningin heim og nýta hann her. Ein stórur biti av køkuni verður etin av landskassanum, um hann velur at taka peningin hendavegin, og tí letur hann vera.

Hann greiðir tó frá, at hevði vinningur í pokerspæli verið at rokna sum vinningur í eydnuspæli v.m., og einans 15 prosent skuldu gjaldast til landið, hevði hann valt at flutt peningin til Føroyar og nýtt hann her.

Ístaðin fær føroyska samfelagið einki burturúr, og allur peningurin verður verandi uttanlands.


Úr øllum samfelagsbólkum

Stórspælararnir í poker eru tó ikki ein lítil bólkur av bumsafongdum teldunørdum, ið sita frammanfyri telduni dag og nátt og spæla.

Teir eru heldur ikki skummlar verur, sum í myrkum klæðum ganga í skýmaskotum og goyma seg sum aðrir skattasvíkar.

Pokerspælararnir eru í øllum aldrum og úr øllum samfelagsbólkum. Skúlanæmingurin, lossarin, handilsmaðurin, sjómaðurin, hárfríðkanarin, journalisturin, stjórin og politikarin, kvinna sum maður, eru øll typur, sum passa inn sum pokerspælarar, og allir liðir í samfelagshierarkinum eru umboðaðir.



Kann vera nógv tilsamans

Pokerspælarin, sum vit hava tosað við, er langt frá tann einasti í føroyum, sum hevur nógvan pening í útlendskum bankum.

Dømi eru eisini um persónar, ið hava sligið seg saman í bólkar, sum hava vunnið stórar upphæddir omanfyri milliónina, sum við vilja lata peningin standa uttanlands, og so síðan velja at fara nakrar vikur í feriu, og har brúka allan peningin upp.

Talan er ivaleyst um nógv fleiri, sum hava stóran vinning av pokerspæli, og sum ikki vilja taka peningin heim, og er ikki óhugsandi at talan er um tíggjutals milliónir, sum heldur enn at verða settar í umferð í føroyska samfelagnum, einans koma teimum londum til góðar, har peningurin verður nýttur.