Leygarkvøldið verða trý av fólkunum í sendirøðini hjá Kringvarpinum gestir í sendingini Hvonn Live á Rás2. Tosað verður við havnamannin Inga Sørensen, klaksvíkingin Sonhard Johannesen og Sumbiarbóndan Arnfríð Hentze um, hvussu tað er at verða røddin hjá fólkinum, og um hvussu tað er at blíva kend kring landið.
Í Hvonn Live hesaferð vitjar eisini danski rithøvundin Cammilla Rysgaard, sum hevur skrivað bók um at sjálvsvirði og gevur góð ráð um, hvussu fólk kunnu sleppa undan at stúra og heldur hugsa positivar tankar um seg sjálvan.
Hallur Joensen og dóttirin Jessica leggja eisini leiðina framvið og fara at spæla live í sendingini.
Hvonn Live verður leygarkvøldið kl. 20 til 22. Fólk eru vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini, og annars ber eisini til at hoyra alt á Rás2.