Hvussu vilt tú lýsa hesa filmsfløguna aftur ímóti teirri undanfarnu?
– Føroyskar Søgur 2 stendur einki aftanfyri Føroyskar Søgur 1. Hon er eins fjøltáttað, og konseptið er tað sama – vit fáa søgur um smáar og stórar hendingar, ið hava myndað dagligdag føroyinga seinastu 100 árini. Vit sleppa at uppliva alt frá fótbólti í 1926, neytakonum í fimmtiárunum og til fyrstu royndirnar við rutuflúgvin millum Føroyar og umheimin.
Hevur tað verið øðrvísi at lagt Føroyskar Søgur 2 til rættis?
– Ja, tí í hesum umfarinum havi eg gjørt allar søgurnar sjálvur, og eg má ásanna, at beint nú eri eg sera moyrur í heysinum av at jonglera við øllum handritunum, myndunum og faktaupplýsingunum til Føroyskar Søgur 2. Eg má rósa mínum samstarvsfelagi, Helga Toftegaard, ið hevur sett Føroyskar Søgur 2 saman, tí tað er ótrúligt, at tað hevur hepnast honum at fingið sett so frægt saman burtur úr mínum mongu, luftigu hugskotum og ógreiðu handritum. Og so hevur Helgi eitt Jobs tol, ið hevur verið sera kærkomið í arbeiðinum við at gera Føroyskum Søgum 2.
Hvat hevur havt størst týdning í arbeiðinum við Føroyskum Søgum?
– Álit. Eg eri sera eyðmjúkur yvir tað álit, ið so nógv fólk hava víst mær, tá tey hava latið meg handfarið og valt burtur úr teirra privata filmstilfari. Eg eri eisini komin at kenna hópin av sera áhugaverdum fólkum, ið eg neyvan ikki hevði komið í samband við annars og tað er ein stór eyka gáva at fáa. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at sloppið at arbeitt her á søguliga Nordisk Film, har Substanz heldur til. Umhvørvið er aldargamalt og her er allatíðina nógv virksemi í gongd. Seinastu tíðina eru vit dotnir um geitir og annað, ið hoyrir til upptøkurnar av komandi donsku skemtirøðini "Cellen", sum er um ein bólk av yvirgangsmonnum.
Fáa vit eisini Føroyskar Søgur 3?
– Eg eri sera áhugaður at arbeiða víðari við tí rúgvusmikla filmstilfari, vit hava funnið fram í sambandi við Føroyskar Søgur. Tilfarið er sera umfatandi og tískil eru nógvir møguleikar í tí. Tað fyriliggur tó ikki nakað ítøkiligt beint nú, men vónandi býður okkurt seg. Eg fari komandi tíðina at kanna møguleikarnar fyri at fáa okkurt í lag. Uttan mun til, hvat framtíðin hevur at bjóða, hevur hetta verið tað strævnasta, men eisini tað stuttligasta og mest spennandi arbeiði, eg nakrantíð havi havt.