P/F Fiskaaling hevur framleitt rogn og yngul til føroysku alivinnuna síðani 1978, tá fyrstu laksarognini vórðu innflutt úr Noregi. Felagið fer frá í ár og frameftir at innflyta rogn frá SalmoBreed, sum eru skraddaraseymað til føroysku alivinnuna. Hesi verða klakt við Áir og verða síðani send til lívfiskastøðina í Skopun. Fiskurin gongur har, til hann fýra ára gamal verður sendur aftur til Áirnar, har hann verður strokin og rognini seld føroysku alivinnuni.
Tað verður sagt í grein í nýggjastu útgávuni av "Alitíðindum", sum kom nú um dagarnar.
- Fiskaaling leggur stóran dent á, at lívfiskurin er sjúkufríur. Allur tann lívfiskur, sum vit keypa rogn undan frá SalmoBreed, verður kannaður fyri laksasjúkurnar BKD, ILAV, SAV, VHSV, IPNV og IHNV við kanningarháttinum PCR. Rognini verða ikki innflutt, fyrr enn úrslitið fyriliggur og er negativt.
Lagt verður aftrat, at lívfiskurin, sum verður strokin á Fiskaaling, verður kannaður visuelt av djóralækna. Rognafiskurin verður allur kannaður fyri BKD og ein stórur partur eisini fyri ILAV við kanningarháttinum PCR.
- Í Skopun eru tríggir árgangir av lívfiski. Til strúkingina í heyst eru 2000 lívfiskar, mest rognafiskar. Til árgangirnar 2012/13 og 2013/14 hava vit 4000 lívfiskar í hvørjum árgangi, og gongur eftir ætlan, verður hendan framleiðslan væntandi okkurt um 13 miljónir rogn um árið. Hetta eru seinastu árgangirnir av kynbótafiskinum, vit sjálvi hava kynbøtt.
Í greinini verður lagt aftrat, at ynskið hjá Fiskaaling í fyrsta lagi er at kunna framleiða øll tey rogn og allan tann yngul, sum føroyska alivinnan hevur tørv á.
- Tørvurin á rognum og yngli er í løtuni okkurt um 20 miljónir rogn. Seinni hugsa vit um at útflyta rogn, verður sagt í nýggjastu útgávuni av "Alitíðindum".