Føroyskir læknar fáa ikki fyrstarætt

Tað er eisini óvist um vit fáa eina føroyska skipan til at útbúgva læknar

Tað ber ikki til at geva føroyskum læknum framíhjárætt at taka KBU skeið í Føroyum.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

KBU stendur fyri Klinisk Basis Uddannelse og er eitt lið í útbúgvingini hjá læknum. Og nú hevur Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, spurt um tað ikki ber til at givið føroyskum læknum framíhjárætt til at taka skeiðið í Føroyum.

 

Sirið Stenberg sigur, at myndugleikarnir í Danmark halda ikki at tað ber til at broyta verandi skipan so at føroyskir læknar kunnu fáa framíhjárætt til at taka KBU skeiðið í Føroyum. Hinvegin halda myndugleikarnir at, at gera føroyingar sína egnu KBU skipan, átti at tað at borið til at samstarva við donsku myndugleikarnar um skeiðini.

 

Samstundis hava føroyskir myndugleikar havt fund við danskar myndugleikar um at seta eina føroyska KBU skipan á stovn. Fyri fyrst verður lagt upp til, at talan verður um eina royndarskipan, og at tað skal bera til at fara aftur til verandi skipan, virkar royndarskipanin ikki eftir ætlan, sigur Sirið Stenberg.

 

Men hon leggur afturat, at enn er ógreitt um ein føroysk KBU skipan verður sett á stovn. Hinvegin leggur hon dent á, at tað hevur avgerandi týdning, at ein føroysk KBU skipan er samsvarandi donsku skipanini, soleiðis at læknarnir eru tryggjaðir somu møguleikar sum læknar í donsku skipanini aftan á at teir hava verið á skeiði.