Útbúgving og olja
Press and Journal skriva um vitjanini í leygardagsútgávuni. Blaðið skrivar, at eingin av næmingunum hevur serligar royndir í oljuvinnuni, og tí varð tað eitt kærkomið høvi hjá útbúgvingarstovnum og vinnuni í Aberdeen at vísa teimum nakað av tí, sum 30 ára royndir innan olju- og gassvinnu hava lagt eftir seg í Skotlandi. Sam Zacha, stjóri í ASSET-stovninum og sum hevur verið við til at fyrireika ferðina, sigur við blaðið, at tað er at fegnast um, at føroyingar, sum eru við at fara inn í oljuvinnuni, síggja teir møguleikar, sum Aberdeen hevur at geva teimum í samband við útbúgving og upplæring.
Vitjanin í Skotlandi kom í lag eftir at umboð fyri Aberdeen City Council vitjaði í Føroyum fyrr í ár. Tá varð avrátt, at 10 næmingar frá teknisku skúlunum skulu fara til Aberdeen, men tað vísti seg, at 16 vildu sleppa við, og endin varð, at allir sluppu við. Mentamálastýrið hevur stuðlað tiltakinum.
Tað er Oljuútbúgvingarsamtakið, sum er við til at skipa fyri slíkum. Tað arbeiðir so eisini við eini ætlan um fyrst í komandi ári at senda nakrar FHS-/HH-næmingar eina viku til Aberdeen College. Næmingarnir skulu við at fara í skrivstovuvenjing á skúlanum læra, hvussu arbeitt verður á einari skrivstovu í Skotlandi. Á henda hátt fáa teir kunnleika bæði til mannagongdir og til enskt skrivstovumál.
Teknisku skúlarnir hava annars tosað um møguleikan at senda lærlingar eina viku til Aberdeen sigur Claus Reistrup, sum stendur á odda fyri Oljuútbúgvingarsamtakinum. Tá verður hugsað um upplæring á verkstaði við atliti til amboð, sum verða nýtt í oljuvinnuni. Hugsast kann at fleiri fyritøkur, sum hava elø,maskin- ella smiðjulærlingar, kundu hugsað sær henda møguleikan fyri at geva lærlingunum eins og fyritøkunum kunnleika um tøkni/amboð innan oljuvinnuna.
Oljuútbúgvingarsamtakið hevur í sínum arbeiði lagt stóran dent á at samstarva við skúlar í øðrum londum.