Føroyskir úrmælingar skulu fáa almenna løn

Nú skal landsstýrið kanna møguleikan fyri at okkara fyrsti stórmeistari í talvi, og aðrir úrmælingar, kunnu fáa almenna løn

Nú skal landsstýrið kanna møguleikarnar fyri at stovna ein grunn, sum okkara fyrsti og einasti stórmeistari í talvi, Helgi Dam Ziska, skal fáa løn úr.

 

Tað halda umboð fyri at kalla allar flokkar á Løgtingi.

 

Men tey halda eisini, at aðrir úrmælingar á øðrum økjum, skulu fáa eina sama slag skipan og sostatt fáa almennan stuðul.

 

Hetta er Mentanarnevndin hjá Løgtinginum samd um og har eru allir flokkar, uttan Miðflokkurin, umboðaðir.

 

Tað var Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sum hevur lagt uppskot fram um at stovna ein grunn, sum skal rinda okkara fyrsta og einasta stórmeistara í talvi, Helga Dam Ziska, løn.

 

Hóast málið ikki er so fløkt, hevur tað verið ein tungur burður, tí tað varð lagt fram longu tann 15. november, men ikki fyrrenn nú, fýra mánaðir seinni, er Mentanarnevndin komin til eina niðurstøðu.

 

Nevndin vísir á, at talv er ein høgt mettur hugaítróttur í Føroyum, og virksemið hjá Talvsambandinum, og lokalu talvfeløgunum, hava givið góð úrslit við fleiri telvarum, sum hava IM normar, og nú hava vit eisini fingið okkara fyrsta stórmeistara.

 

Vit vita at næmingar, ið fáa regluliga frálæru í talvi, klára betur at hugsavna og samstundis batna evnini at hugsa logiskt, umframt at evnini at loysa spurningar, batna.

 

Tí eru nú 300.000 krónur settar av á fíggjarmógini til Talvsambandið fyri at menna hendan ítróttin í Føroyum. Samstundis verður arbeit við spurninginum um at javntseta úrvalsítrótt og annað úrvalsvirksemi.

 

Tí vil Mentanarnevndin hava Løgtingið at samtykkja at landsstýrið skal kanna møguleikan fyri at stovna ein lønargrunn til stórmeistarar í talvi. Harafturat skal landsstýrið kanna møguleikan fyri at samskipa eina tílíka samsýningarskipan við úrvalsavrik á øðrum økjum.