Føroyskir sjófuglar sum App

Fyrsta føroyska barnabóka App’in til iPad er nú klár at taka niður. Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum nú hava gjørt eina bóka-App til børn.

Talan er um bókina Sjófuglur í Føroyum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í samstarvi saman við NÁM.

Vit sleppa vanliga ikki at síggja fugl tætt hjá, og tí er ikki altíð lætt at síggja, at álka hevur fínar, hvítar strikur á nevinum, ella súla hevur bjart bláar ringar um eyguni. Alt hetta og meira er at síggja í bókini og App’ini um sjófugl.

Dugnalig myndafólk hava verið um alt landið og tikið fantastisku flottu myndirnar, siga útgevararnir

Tað ber eisini til at hoyra, hvussu teir ymsu fuglarnir, tí í App’ini er hetta lagt afturat teksti og myndum úr bókini.

Appina finnur tú her: itunes.apple.com/us/app/id530953593