Føroyskir ungdómar á danskar sendistovur

Bjørn Kalsø

Vitan er hornasteinurin í nútíðar kappingarføri. Vit eiga at nýta okkara samstarv við Danmark til at fáa ungar føroyingar í starvsvenjing á donskum sendistovum úti í heimi. Á henda hátt fáa vit ungdóm, sum kann hjálpa føroysk-um vinnulívi at kappast á útlendskum marknaðum.

Í samstarvi við danir, sum hava sendistovur í hópin av londum, fer Sambandsflokkurin at arbeiða fyri at fáa ungar føroyingar í starvsvenj-ing á donskum sendistovum úti í heimi og á henda hátt uppbyggja ein førleika, sum bæði vinnulív og tað almenna kunnu nýta gott av.
Soleiðis kunnu vit gera tað lættari hjá nú-verandi og nýggjum útflutningsvinnum at fáa ráðgeving. Ung fólk við arbeiðsroyndum frá sendistovum kunnu eis-ini veita vinnulívinum vitan um útflutnings-marknaðir, vit ikki áður hava troytt.
Neyðugt verður frameftir við fleiri fólkum við serkunnleika til at røkja tær uppgávur, sum fylgja við, tá vit fáa størri uttanríkispolitiskan leiklut.
Hesum fara vit í Sam-bandsflokkinum at arbeiða fyri.