Føroyskt oljuævintýr í Aberdeen

Fleiri føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar á stórari orkuráðstevnu í Aberdeen í síðstu viku.

Rógvi Absalonsen

 

Offshore Europe er heitið á einari av teimum heilt stóru orkuráðstevnunum í Europa, ið verður hildin annaðhvørt ár í Aberdeen. Talið av fyritøkum við básum í ár var 1.400, og talið av vitjandi var upp ímóti 30.000, upplýsa fyrireikararnir. Tí skuldi hetta verið eitt sera upplagt høvi hjá føroyskum fyritøkum at skapa samband við týðandi útlendskar orkuframleiðarar og annars bara at upplýsa umheimin um føroyska oljuvinnu sum heild.

 

Tað var SamVit og Oljuvinnufelagið, sum høvdu fyrireikað og samskipað føroysku umboðanina á ráðstevnuni, meðan Petur & Petur stóðu fyri sjálvum sniði og útsjónd á føroyska básinum. Føroyskar fyritøkur vóru bjóðaðar við og harav høvdu tíggju sagt ja til at vera við á ráðstevnuni. Harafturat hevði SamVit sett nøkur básfólk, sum høvdu til uppgávu at svara spurningum hjá teimum vitjandi og annars at vísa á, hvørjar tænastur føroysku fyritøkurnar hava at bjóða.

 

Gunnbjørn Joensen, stjóri á Thor Offshore, sigur seg hava fingið nógv burturúr ráðstevnuni, og at serliga hevði hann roynt at fingið samband við útlendskar fyritøkur, sum til ber at samstarva við í framtíðini.

 

Klár til næsta stig

Eisini Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Runavík letur heilt væl at. Hann vísir á, at tað er sera umráðandi at leggja sær eina ætlan, tá ið ein leitar sær á tílíkar stórar ráðstevnur. Tað hevði hann gjørt hesaferð, og tað hevði eydnast avbera væl. – Eitt, sum útlendskar fyritøkur leggja sera stóran dent á, er trygd og umhvørvi. Tí er tað so umráðandi, at t.d. Atlantic Supply Base er á sama støði á hesum økjum, soleiðis at vit kunnu kappast við grannar okkara. Serliga mugu vit syrgja fyri, at vit eru klár til tað næsta stigið í vinnuni, tvs. tá ið oljan einaferð verður funnin. Tá ber ikki til at vera afturút t.d. viðvíkjandi trygd. Ein tílík ráðstevna er eisini sera hent hjá føroyskari oljuvinnu sum heild, av tí at ein kann hitta møguligar kundar beinleiðis. Tað at tosa við fólk ’face to face’ er tann besti mátin at selja eina tænastu, sigur Eli Lassen.

 

Mong vitjaðu

Nógv fólk vitjaðu føroyska básin teir fýra dagarnar ráðstevnan varaði. Fleiri av hesum høvdu heilt ítøkilig ørindi við ávísum føroyskum fyritøkum, men eisini heilt nógv vóru rætt og slætt bert forvitin at vita, hvussu langt er komið við oljuleiting á føroyska økinum. Eisini vóru onnur, sum komu á føroyska básin, tí tey kundu hugsa sær at ferðast hendavegin. – Samanumtikið kann ikki sigast annað enn at hetta var væleydnað. Umframt at fólk komu at vitja básin í ”vinnu” ørindum, komu eisini nógv og bara spurdu um Føroyar sum heild. Og tað kann man bara gleðast um, sigur Unn Poulsen, vinnuráðgevi á SamVit. Offshore Europe verður aftur í 2009, men áðrenn tað verður ein ráðstevna av sama slag í Stavanger. ONS ráðstevnan, sum hon eitur, verður í 2008 og tá ætlar SamVit, saman við føroyskum fyritøkum at vera enn meira sjónlig.