Premier League
So er stóri dreymurin veruleiki. Sjálvur var Ingi Højsted fyrsti føroyingurin, sum fekk snoddað til enska fótbólt, tá hann í 2001 gjørdi lærlingasáttmála við Arsenal. Ein slóð, sum Johan Troest Davidsen og Christian Restorff Mouritsen síðani hava fylgt í ávíkavist Everton og Manchester City.
Men hesa ferð er talan ikki um lærlingasáttmála. Ingi Højsted hevur nevnliga gjørt fulltíðar yrkissáttmála við Birmingham í ensku Premier League, og soleiðis skal hann á jøvnum føti við allar aðrar spælarar í felagnum dystast um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu. Lønina vil hann ikki tosa um, men sambært umboðsmanni hansara, so man hon ikki vera heilt av leið.
- Vit fara sjálvandi ikki at siga nøkur tøl. Men gongur tað væl hjá Inga á vøllinum, so kemur hetta øllum pørtum til góðar, ljóðar staðfestingin frá Jákupi í Stórustovu.
Tá hann sum bara 15 ára gamal skrivaði sáttmála við Arsenal, var ein av yvirskriftunum her í blaðnum, at Ingi í veruleikanum helt við Manchester United. Tí kann tað kanska tykjast stuttligt, at tað nú er fyrrverandi Man U-liðskiparin, Steve Bruce, sum skal gera av, hvørt Ingi kemur á besta liðið ella ikki. Men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum nú meira vaksni Ingi hevur hugsað nakað serligt um.
- Eg kenni sum so ongan í felagnum, men teir munnu væl allir vera sum spælarar flestu, ljóðar óimponeraða svarið.
Og heldur ikki tykist hann hugsa nakað stórvegis, tá tosað verður um, at Nicky Butt kann gerast miðvallarfelagið hjá sær. Men hinvegin vildi tað helst verið ein miðvøllur, sum sjálvt Roy Keane hevði havt eina ávísa virðing fyri í nærdystum.
Bíðitíðin kann vera frustrerandi
Tað hevur frá nógvum síðum verið roknað sum givið, at tíðin hjá Inga í føroyskum fótbólti mest sum var upp á lænta tíð. Hetta var eisini nakað, sum Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sum rekur besta B36-liðið, ásannaði á tíðindafundinum.
- Soleiðis sum Ingi hevur spælt í ár, so var tað nokk bara ein spurningur um tíð. Ikki minst eftir útidystin móti FC Midtjylland, tá flestu miðlarnir skýrdu hann at vera besta mann á vøllinum. Tað haldi eg eisini staðfesti, hvussu stórar kvalitetir Ingi hevur sum spælari, og tí vistu vit av, at hann mest sannlíkt fór uttanlands aftur.
- Hinvegin, so vil eg samstundis takka Inga fyri tíðina, sum vit hava havt hann. Bæði í yngru deildum, og ikki minst í ár, har hann var ein týðandi partur av liðnum, sum gjørdist føroyameistari. Bæði sum spælari, og ikki minst sum menniskja hevur hann verið sera týdningarmikil. Og tí gleðast vit um hetta stigið hjá honum, hóast vit sjálvandi vita av, at hetta eisini er ein stórur ítróttarligur missur fyri felagið, staðfestir Kristjan á Neystabø.
Og sjálvur tykist Ingi eisini vera fegin um hetta árið, sum hann nú aftur hevur havt í B36.
- Tá eg kom aftur, so vildi eg fyrst og fremst sleppa at spæla dystir aftur. Eg hevði verið nógv skaddur, og tí ráddi fyrst og fremst um at koma ígongd. Og at tað hevur gingið somikið væl, kann eg bara fegnast um. Eg havi eisini bitið meg fastan á landsliðnum, og havi at kalla einki sum helst merkt til skaðan, sum áhaldandi plágaði meg í Arsenal.
- Hinvegin hevur málið alla tíðina verið, at eg skuldi sleppa uttanlands aftur.
Serliga síðani summarsteðgin hava gitingarnar um tína framtíð verið nógvar. Hevur tað ikki verið frustrerandi til tíðir?
- Tað er jú altíð soleiðis, at tað tekur tíð, tá slík mál skulu avgreiðast. Men talan hevur verið um hampuliga nógvar fyrispurningar, og tí hevur tað í løtum verið heldur frustrerandi. Hinvegin havi eg sjálvur bara roynt at verið tolin og arbeitt hart, staðfestir hann.
Skal á liðið
Í fyrstu atløgu er talan um sáttmála fram til 30. juni, og innan hesa tíð skal Ingi so sannføra um, at hann er ein maður, sum Birmingham kann fáa gagn av í framtíðini.
Hetta kann kanska leggja eitt trýst á spælaran, men sjálvur tykist Ingi vera fullgreiður um, hvørji mál hann ætlar sær at røkka komandi sjey mánaðirnar.
- Eg ætli mær at vinna pláss á Premier League liðnum. Sjálvandi verður tað ikki lætt, tí har eru jú nógvir um boðið. Men tað er jú tað, sum er endamálið við hesum. Og í øllum førum skulu teir so síggja, at eg kann styrkja um hópin.
Og so leggur hann afturat, at hóast mongu skaðarnar, so var tíðin í Arsenal ótrúliga lærurík í so máta.
- Eg lærdi ótrúliga nógv tey árini. Sálarliga búnast tú nógv, tá tú fer avstað somikið ungur, og eisini kropsliga og fótbóltsliga havi eg lært heilt nógv. Somikið nógv, at eg ivist ikki eina løtu í, at hendan tíðin hevur gjørt meg til ein nógv betri spælara, enn eg annars hevði verið.