Føroyskt vikuskifti á Selatrað og Strondum

Skipað verður fyri føroyskum vikuskifti á Selatrað og Strondum komandi vikuskifti, har gongutúrur verður norður á Eysturoyarsyllina og farið verður á Føroyakvøld á Strondum leygarkvøldið.

Vikuskiftið byrjar við onkrum til matna á Skótadeplinum á Selatrað leygarmorguni kl. 10.00. Umleið kl. 11.00 verður Rasmus Skorheim gonguleiðari á væl umtókta túrinum norður á Eysturoyarsyllina. Umhvørvið, gingið verður í, er sera vakurt og hugtakandi og ógvuliga sermerkt. Jarðfrøðisliga er økið eisini áhugavert. Á túrinum kemur man fram við nøkrum av teimum hægstu grótsúlunum í landinum. Eisini verður farið til ta tiltiknu ?Hagagjógv?, har ein grótsúla liggur tvørtur um gjónna. Ein søgn er knýtt at gjónni, sum ferðaleiðarin fegin sigur frá.

Áðrenn farið verður á Føroyakvøld á Strondum, sum byrjar kl. 17.30 verður møguleiki fyri einum baði á Skótadeplinum, har eisini verður borðreitt við kaffi og køkum.

Føroyakvøldini á Strondum eru komin fyri at vera og verða ein fastur táttur í ferðaskránni fyri Eysturoyanna komandi summar. Á Føroyakvøldinum verður borðreitt við føroyskum mati og rabarbugreyti omaná. Eisini verður undirhald við filmi, sangi, sjónleiki og skemti. At enda verður farið uppá gólv.

Aftaná Føroyakvøldið verður farið aftur til Selatraðar, har kaffi verður. Gist verður í 2-mans kamari á Skótadeplinum á Selatrað.

Áðrenn fráferð sunnumorgunin verður morgunmatur at fáa á Skótadeplinum. Fólk kunnu tekna seg til føroyska vikuskiftið á kunningarstovunum í Runavík og Fuglafirði.