Olja og útbúgving
Tað eru tey bæði Ingvil Josdal frá Handilsháskúlanum í Stavanger og Sigmund Rosnes, sum er konsolentur hjá skúlanum, sum hava arbeitt við átrokandi skeiðunum í heilsu, trygd og umhvørvi, ið nú standa føroyingum í boði. Ingvil Josdal heldur timingina til hesi skeiðini verða júst ta røttu nú farið verður at leita eftir olju og føroysk virki bjóða seg fram.
Sigmund Rosnes, sum annars eisini arbeiðir fyri eitt japanskt oljufelag, heldur tað er sera umráðandi, at føroyingar sjálvir fáa sær tann neyðuga førleikan at arbeiða í oljuvinnuni, tí oljufeløgini, sum fara at arbeiða her, fara at spyrja eftir hesum førleika, um tey skulu keypa vørur og tænastur frá føroyskum virkjum.
-Skulu tit blíva ein partur av oljuvinnuni, mugu tit eisini menna førleikan. Tað er so eisini í tráð við føroyska ynskið um, at ein komandi oljuvinna skal leggja nakað eftir seg í Føroyum. Tí er umráðandi nú hjá føroyskum vinnulívi sjálvum at seta sær heilt nýggj krøv. Sjálvur heldur Sigmund Rosnes, at 20 luttakarar er ein góð byrjan til slíkt skeið. Hann sigur seg annars hava tosað við umboð fyri Statoil, sum siga, at teir fara at leggja stóran dent á at útbúgva og fáa síni egnu fólk á slík skeið í Føroyum eisini, soleiðis at teirra fólk, sum koma at taka sær av eitt nú komandi boringum, kenna føroyskar lógir og reglugerðir. Eisini aðrir veitarar, sum koma úr útlandinum eiga at vita nakað um føroysk viðurskifti, og tí verður eisini her ein tørvur á skeiðum.
-Vit eru sera fegin um samstarvið við føroyskar myndugleikar, sum jú eisini hava lagt stóran dent nettupp at fara undir at undirvísa føroyingum, sum skulu veita oljuvinnuni vørur og tænastur. Við hesi byrjan kann man siga, at Føroyar hava fingið ein Handilsháskúla sigur Ingvil Josdal.
Í Noregi hevur verið nógv tosað um manglandi/vánaliga trygd í oljuvinnuni. Tey bæði halda, at hetta er nakað, sum føroyingar eiga at taka til eftirtektar, og her er tað ikki minst av týdningi, at
fólk í vinnuni kenna reglugerðir og lógir, sum eru galdandi. Lyklaorðið í hesum sambandi er ein hugburðsbroyting. At fólk sjálvi hava eina støðutakan til hetta álvarsliga málið ? heilsu, trygd og umhvørvi. Tað er so m.a. tað, sum skeiðini fara at leggja seg eftir.
Fyrireiking
Oljufeløgini leggja stóran dent á, at føroysku feløgini, sum skulu lata vørur og tænastur til vinnuna, hava latið fólk síni fáa neyðuga førleikan innan heilsu, trygd og umhvørvisspurningum. Hetta er í veruleikan ein fyrireiking til at kunna fáa lut í tí virðisøking, sum skal fara fram í Føroyum í framtíðini. Meginparturin av hesi virðisøking tvs. inntjening til føroyska samfelagið frá eini oljuvinnu, liggur í nettup hesum partinum við at veita vørur og tænastur. Og tá krøvini til HTU eru so stór fyri at kunna vera við, so er at gera alt fyri at ganga teimum á møti sigur Sigmund Rosnes.
Hann heldur annars, at føroyingar hava borið seg rætt at. Men oljufeløgini vilja so eisini tryggja, at myndugleikarnir meta tey nóg seriøs, tá talan er um HTU, og tí er tað ikki nóg mikið, at veitararnir bara eru føroyskir. Teir mugu eisini hava rætta hugburðin og vitanina til HTU. Tað er ikki nokk at hava vørur og tænastur at bjóða fram, tú mást eisini tryggja sær, at trygdin ol. er í lagi. Og tá tað í síðsta enda eru oljufeløgini, sum hava ábyrgdina, hendir tað nakað, koma tey sjálvandi at seta krøv til føroyingar, og tí er altumráðandi, at ídnaðurin í Føroyum kennir sína vitjanartíð sigur Sigmund Rosnes.
Heldur føroyingar enn útlendingar
Ragnar Magnussen, stjóri á Handilsskúlanum sigur, at bæði føroyingar og oljufeløgini hava sama áhuga í hesum. Oljufeløgini vilja heldur útbúgva føroyingar til veitarar og til at arbeiða í oljuvinnuni, enn at skula taka fólk til Føroya úr útlandinum. Tað er ein ring loysn, tá hugsað verður um, at feløgini tá skulu útvega teimum nakað at búgva í ol. Hjúnaðarfelagin skal hava arbeiði, virkið skal kanska flytast osfr. Tvs. at tað verður ein nógv bíligari loysn fyri oljufeløgini at fáa útbúna føroyska arbeiðsmegi.
Sigmund Rosnes sigur annars, at man nú má tryggja sær, at føroyskur ídnaður mennir seg - eisini við hjálp av tí lokomotivi, sum oljuídnaðurin er - og verður kappingarførur við sínum tænastum og vørum eisini aðrastaðni.
Læra av norskum mistøkum
-Tá oljuvinnan tók seg upp í Noregi vóru tað útlendskir arbeiðarar, sum komu til Noregs, og vit brúktu mest útlendskar vørur og tænastur. Tað tók sína tíð áðrenn lokali ídnaðurin í Noregi sjálvur tók yvir. Vit halda, at Føroyar hava gjørt tingini í rættari raðfylgju, og tað hevur týdning at taka av hesi avbjóðing. Vit halda eisini, at tað hevur stóran týdning, at oljufeøgini hava pliktað seg til at hjálpa at fáa henda førleikan inn í føroyskt vinnulív. Hetta er nakað, sum føroyingar mugu troyta og ikki minst nú, tá oljufeløgini hava játtað at fíggja útbúgvingar. Eg ivist heldur ikki í, at tá virksemi byrjar av álvara, fara føroyingar at vera meira metvidandi um hesa nýggju vinnu. Ikki minst tá sáttmálar skulu gerast sigur Sigmund Rosnes. Hann vísir á, at tað er týdningarmikið at eisini fjølmiðlarnir raðfesta hesa nýggju vinnu høgt ikki minst nú tað ræður um at fáa tann rætta hugburðin til vinnuna. Fjølmiðlarnir hava e ábyrgd eisini at kunna um og skapa áhuga fyri virkseminum, soleiðis at tað verður talan um eina føroyska vinnu og um at fáa nakað at liggja eftir her.
Hóast fyrsta skeiðið er byrjað, so er møguleiki at koma á næsta modulið frá 18. apríl. So kann tað fyrsta modulið takast seinni. Skeiðini eru annars ikki bara ætlað oljuvinnuni. Tey eru ætlað at kunna brúkast í øðrum vinnum eisini. Eisini er ætlanin at fara undir skeið á Kambsdali. Ikki minst tá hugsað verður um stóra virksemi har í økinum. Ætlanin er so eisini at fara undir skeið innan leiðslu í oljuvinnuni.
Sigmund Rosnes sigur, at eisini føroyingar mugu royna læra av norsku oljusøguni. -Eg haldi, at Føroyar hava longu lært og royna at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at hetta gagnar útviklinginum her. Tit sleppa undan at detta í nakrar av fellunum vit duttu í. Tað er eisini gott, at lisenshavararnir plikta seg til at brúka føroyskar vørur og tænastur men hesar mug vera kappingarførar. Og tað er spell, um føroyski ídnaðurin ikki tekur hetta í álvara longu nú.
Ragnar Magnussen heldur annars tað vera spell, tá føroysk virki, sum ætla sær av vera við í hesi vinnu, siga seg ikki hava tíð at senda síni fólk á slík skeið. Tað kann koma teimum aftur um brekku.