- Eg vil tí bara staðfesta: Føroysku kirkjurnar standa altso ikki tómar!
Orðini eigur Theodor E. D. Olsen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í samrøðu við heimasíðuni hjá fólkakirkjuna, tá hann verður spurdur hvussu stendur til við uppmøtingini sunnudagar.
Í samrøðuni sigur hann, at søgurnar um tómir kirkjubeinkir eru sum so ein mýta, men sigur samstundis, at munur er á uppmøtingini í smærri bygdum og størri býum.
- Tað er tí greitt, at tað kann sjálvandi vera ein trupulleiki í bygdum, har fá fólk búgva, sigur Theodor E.D. Olsen, ið er sóknarprestur í millum annað Hoyvíkar kirkju og Kaldbaks kirkju.
Sóknarpresturin upplýsir, at í Hoyvíkar kirkju eru tað vanliga millum 100 og 400 fólk, ið komu í kirkju sunnudagar.
- Eg havi upplivað, at tað komu 400 fólk í kirkju í Hoyvík ein heilt vanligan sunnudag. Ein annan sunnudag, tá einki serligt er á skránni – tað er: dópur ella ferming – fer talið neyvan niður um tey 100, sigur Theodor E. D. Olsen.