Føroyskur bjargingardepil stovnsetast

Í farnu viku varð tíðindafundur í Fiskimálastýrinum har greitt varð frá ætlanunum á tilbúgvingarøkinum.

Ein bólkur, sum hevur arbeitt við tilbúgvingarspurningum mælir í fyrsta lagi til at avklára ríkisrættarligu viðurskiftini viðvíkjandi tilbúgving, í øðrum lagi til at tilbúgvingarlóg verður at galda fyri Føroyar og í triðja lagi til at skipað verður ein tilbúgvingarumsiting og eftirlit.

Tilmæli er longu gjørt um, hvat tilbúgvingarlógin skal umfata og er hetta rættiliga rúgvusmikið tilfar, sum fæst til vega frá Fiskimálastýrinum fyri tann og tey, sum vilja vit meira um málið. Annars er endamálið við lógini at kunna staðfesta og fremja eina skipaða tilbúgving fyri Føroyar og við tí endamáli at fyribyrgja, avmarka og veita hjálp, tá skaðar henda á persónar, ognir og umhvørvi, orsakað av vanlukkutilburðum og katastrofustøðum, ella tá stórur vandi er fyri hesum.

Í sambandi við tilbúgvingarumsiting mælir arbeiðsbólkurin Fiskimálastýrinum til beinanvegin at seta neyðugar fyrireikingar í verk, har Fiskimálastýrið skipar eina tilbúgvingarumsiting, sum skal tryggja eina vælskipaða tilbúgving í Føroyum og skal hava eftirlit og samskipa tilbúgvingarpartarnar og skipaninar, og at ráðgeva myndugleikunum í tilbúgvingarmálum.

Hvat viðvíkur leiting og bjarging á sjónum verður mælt til, at sokallaða MRCC-verkætlanin verður sett í verk. Mælt verður til, at tað verður gjørt eitt sokallað ?Memorandum of Understanding? millum føroyskar myndugleikar saman við donskum myndugleikum og skotskum og íslendskum myndugleikum um, at føroyskir myndugleikar hava ábyrgdina av leiting og bjarging í føroyska havøkinum.


MRCC-Tórshavn

Mælt verður at enda til, at tá ein føroysk bjargingarstøð er ment, tvs. eitt MRCC-Tórshavn, kann farast undir at virka fyri, at føroyska havøkið verður greinað og viðurkent sum SAR-øki. (Searc and Rescue) Í dag er føroyska havøkið partur av íslendska og skotska SAR-økinum.

Á tíðindafundinum í landsstýrinum herfyri varð víst á, at avgerð er tikin um, at føroyska Vaktar- og Bjargingartænastan skal taka yvir ábyrgd og leiðslu av leiting og bjarging í føroyskum haviøki, tó í samstarvi við Færøernes Kommando. Ábyrgdin fevnir eisini um havumhvørvi og uppgávur í sambandi við oljudálking v.m.

Støðan í dag er tann, at Oljumálastýrið, Færøerne Kommando, løgreglan og sjúkrahúsið hava stóran tørv á sum skjótast at vita, um MRCC verður á føroyskum ella donskum hondum og møguligar tíðarkarmar. Færøerne Kommando hevur í dag ábyrgdina og leiðsluna av leiting og bjarging á sjónum men hevur ongar ætlanir um at víðka virksemi í sambandi við komandi oljuvinnu. Ætlanin er m.a tí at skipa eitt føroyskt MRCC soleiðis, at øll leiting og bjarging á føroyskum havøki er undir føroyskari leiðslu longu komandi summar.


Klárt komandi summar

Fiskimálastýrið sigur, at um tað ikki eydnast tí at skipa eitt føroyskt MRCC til royndarboringarnar byrja komandi summar, so hava Føroyar ein trupulleika. Teigararnir á føroyskum havøki, sum eru veittir í konsession til oljufeløgini til royndarboringar eru í skotska SAR (Search and Rescue) økinum. Hetta merkir í verandi støðu, at oljfeløgini í sambandi við royndarboringar skulu senda teirra tilbúgvingarætlanir til góðkenningar hjá skotska myndugleikanum, sum er MRCC Aberdeen.

Mett verður, at um tilbúgvingin fyri frálandavirksemi verður skipað undir MRCC Aberdeen, er hetta ikki í tráð við grein 10 og 11 í kolvetnislógini, sum ásetir brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum, um útbúgvingar vm. umframt hvaðan loyvishavari rekur virksemi sítt, herundir m.a. føroyskan bryggjukant ella føroyska flogvøll.

Um MRCC-Aberdeen verður bjargingarstøðin í sambandi við frálandavirksemi viðførir hetta m.a. eisini: at føroyskir myndugleikar skulu gera samstarvsavtalu og áseta mannagongdir í sambandi við eftirlitsuppgávur av tilbúgvingini hjá oljufeløgunum og onnur viðurskifti við MRCC-Aberdeen, og at løgreglan í Føroyum má gera samstarvsavtalu við Grampian Police í Skotlandi í sambandi við td. skráseting av skaddum vm.

Tað er í hesum sambandi, at Fiskimálastýrið mælir til, at neyðug orka verður sett til at fáa viðurskiftini avklárað viðvíkjandi ábyrgd av leiting og bjarging í føroyskum havøki og greining og viðurkenning av føroyskum SAR-øki.


Oljudálking

Tá tað snýr seg um havumhvørvi og uppgávur í sambandi við oljudálking verður mælt til, at Vaktar og Bjargingartænastan ger íløgur í neyðuga oljubasingarútgerð, og at V&B ger tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisspill í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvstovuna og Oljumálastýrið tvs. um tilkallingarskipan og mannagongdir. At enda skal V&B menna eina skipan, soleiðis at fólk eru, sum kunnu handfara og halda útgerðina viðlíka og røkja uppgávuna í sambandi við oljuspill.

Tyrlutilbúgvingin verður eisini nevnd. Samsvarandi sáttmála millum Fiskimálastýrið og Atlantic Ariways fer Vaktar og Bjargingartænastan at umsita tyrlutilbúgvingina fyri tilbúgvingina bæði á sjógvi og landi. Hon skal ma. umfata leiting og bjarging í føroyskum havøki, á landi og uttanfyri føroyska havleið í samráð við bjargingasrøðir í grannalondunum. At enda fevnir hon um sjúkraflutning á sjógvi og á landi.