Føroyskur dansur hevur tað gott

- Áhugin fyri kvæðum og føroyskum dansi birtist í barnaskúlanum á Eiði, sigur Rasmus Joensen.

Í døgunum 21.-24. august í ár skipar Smyril Line fyri kvæðatúri til Danmarkar. Samskipari á túrinum verður Rasmus Joensen, sum hevur verið formaður í Sláið Ring síðan ár 2000. Sláið Ring er landsfelagið hjá føroyskum dansifeløgum, og limafeløgini eru 16 í tali.

 

Rasmus Joensen, sum býr í Havn, sigur, at tað var, meðan hann gekk í barnaskúla á Eiði, at áhugin birtist fyri kvæðum og føroyskum dansi.

 

- Áhugin birtist í barnaskúlanum á Eiði, og fyri mitt viðkomandi vóru tað søgurnar í kvæðunum, sum høvdu mín áhuga.

 

Hann sigur, at næmingarnir dansaðu nógv í skúlanum - ikki minst teir dagarnar um vetrarnar, tá veðrið var keðiligt og ikki var verandi úti í fríkorterinum. Dansað varð ikki inni í skúlastovunum, men í skúladurinum.

 

Sjálvur heldur formaðurin í Sláið Ring, at føroyski dansurin hevur tað gott í dag, nú fleiri dansifeløg kring landið eisini gera nógv fyri at halda børnum og ungum til.

 

Hetta er triðju ferð síðan 2012, at Smyril Line skipar fyri kvæðatúri - ella kvæðacruise - við Norrønu, og rættiliga stór undirtøka hevur verið fyri hesum túrum.

 

Rasmus Joensen vísir á, at ein kvæðatúrur varð gjørdur í 2012 og ein í 2014, og nú verður tiltakið so roynt á triðja sinni.

 

- Eg haldi, at ein slíkur kvæðatúrur riggar óføra væl við tveimum árum ímillum. At túrurin ikki verður gjørdur á hvørjum ári, ger tiltakið bara so mikið meira forkunnugt, sigur formaðurin í Sláið Ring.