Føroyskur doom metal bólkur klárur við fyrstu fløguni

Týsdagin kemur føroyski doom metal bólkurin, Hamferð, við síni fyrstu fløgu og tað er, sum ikki einaferð, Tutl, sum gevur út. Fløguna hava tey nevnt ?Vilst er síðsta fet?.

Tað hevur gingið skjótt fram á hjá bólkinum síðani teir vunnu tónleikakappingina, Sement, tíðliga í ár og vórðu tilnevndir ?Besti nýggi føroyski bólkur 2010?.


Lag teirra, ?Opið Hav?, lá á fyrsta plássi á 15 teimum bestu í tríggjar vikur og bólkurin hevur spælt á øllum teimum stóru tónleikatiltøkunum í summar, bæði á ólavsøkukonsertini, á G og á Summarfestivalinum.

Og móttøkan var avbera góð og eitt úrslit var, at bólkurin fekk fýra út av fimm stjørnum frá kendasta tónleikablaðnum, Kerrang, fyri konsertina á G í summar.


Í Hamferð fáa tey íblástur frá havinum, myrkrinum og tí langa vetrinum, sum alt verður tulkað gjøgnum tann seina, drívandi málmtónleikin og úrslitið er tungt, dragandi og serføroyskt. 


Á fløguni eru fýra løg og sermerkt er tað, at tey hava latið kenda sálmin, ?Harra Guð, títt dýra navn og æra? í nýggjan, eyðkendan ham.


Eftir nýggjár fer bólkurin á konsertferð runt í landinum og tá fara tey at spæla bæði í Eysturoy, í Havn og í Suðuroy.

Hamferð er mannað soleiðis: Jón Hansen, sangur,
John Egholm, guitar,
Esmar Joensen, tangentar, Theodor Kapnas, guitar,
Tinna Tótudóttir, bass
og Remi Johannesen, trummur.