Føroyskur kokkur boðin við í fínt selskap

- Hetta er eitt stórt herðaklapp til føroyskar kokkar, sigur Uni Gullfoss

Kokkakapping
 

 Tá ið besti kokkur í Norðurlondum skal finnast í næsta mánaða, verður tað við einum føroyingi við dómaraborðið.
Tað er Uni Gullfoss, kokkur, sum er biðin um at koma til Ìslands at døma í eini stórari kapping, har bestu kokkarnir í Norðurlondum skulu dystast um heitið Ársins Norðurlendski Kokkur í 2006.
Uni Gullfoss sigur, at hetta er eitt stórt herðaklapp til føroyska matstovuyrkið og til føroyskar kokkar, tí teir, sum eru við í kappingini, eru teir bestu kokkarnir í Norðurlondum. 
Millum teir, sum eru við í kappingini, eru kokkar, sum áður hava vunnið sær heitið sum Ársins  Kokkur í Íslandi og í Danmark, umframt topp-kokkar úr Finnlandi, Noregi og Svøríki.
Føroyskir kokkar hava ongantíð verið við í eini slíkari kapping og hetta er fyrstu ferð, at føroyskur dómari er biðin at døma.
Sostatt fer Uni Gullfoss at sita undir liðini á nøkrum av fremstu kokkum úr Australia, Bretlandi, Íslandi, Danmark, Finnlandi, sum eisini manna dómaraborðið.
 
Tríggjar rættur
Í kappingini skulu kokkarnir seta ein døgverða saman við trimum rættum. Forrætturin skal gerast úr íslendskum toski og finskum laksi. Høvuðsrætturin er íslendskur lambsryggur, donsk hara við bláberum úr Svøríki. Omaná skulu teir gera ein rætt burturúr íslendskari hvítu og norskum berum.
Kokkarnir fáa so seks tímar og 40 minuttir at gera ein døgverða til 12 fólk burturúr áðurnevndu rávørum.
Uni Gullfoss sigur, at kappingin er á eini stórari stevnu um mat í Reykjavík.
Hann sigur, at hann var við at stovna føroyska kokkafelagið á sinni og tað er hetta felagið, sum er biðið um at tilnevna ein dómara til kappingina og valið fall so á hann.
Men hann sigur, at tað er ein stór viðurkenning av føroyska matstovuyrkinum, at føroyskir kokkar eru bjóðaðir við.
Tað er ikki so nógv ár síðani, at føroyska matstovuyrkið sum heild varð langt aftanfyri hini norðurlondini, men tað er ógvuliga nógv ment seinastu árini, serliga eftir at teir yngru kokkarnir eru farnir at leita sær heimaftur á klettarnar.
Hann sigur, at hetta kann fáa stóran týdning fyri føroyska matstovuyrkið.
- Fyri tað fyrsta verða vit góðkend av norðurlendska felagsskapinum. Samstundis her hetta eitt frálíkt høvi hjá føroysku matstovuvinnuni at vísa flaggið.
- Vit hava eisini havt útlendskar kokkar higar og teir meta, at nú standa vit ikki aftanfyri hini norðurlondini, sigur Uni Gullfoss.