Føroyskur tónleikur í Íslandi

Nú hálvur annar mánaði er fráliðin síðan Atlantic Music Event varð hildið í Íslandi, er føroyskur tónleikur enn at hoyra í íslendskum útvarpi.

Høgni Lisberg og lagið Just Dig er á A-rotatión á Rás 2, og sostatt eitt av mest spældu løgunum í Íslandi. Lagið Louis Louis hjá Teiti er í B-rotatión, ið merkir at lagið verður spælt nóg, men tó ikki líka ofta sum Just Dig. Harumframt er eisini ein upptøka við Jógvan Hansen úr X-Factor í b-rotatión, lagið Hvern einasta dag.