Færri børn í dagrøkt

Dagrøktin í Nes kommunu er normerað til 65 børn, men tá nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, fer dagrøktin at hava umleið 40 børn, samstundis sum dagrøktarar verða sagdar úr starvi

Í sínari kunning til borgararnar í Nes kommunu, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar, vísir borgarstjórin, Símin Johannesen á, at dagstovnurin á Svangaskarði einans rúmar sjálvum barnagarðinum, har 53 børn verða ansað.
- Barnagarðurin verður nú víðkaður vestur eftir, soleiðis at stovnurin kann taka ímóti øllum børnum í barnagarðsaldri.
Borgarstjórin vísir á, at dagrøktin í kommununi er normerað til 65 børn, men tá nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, fer dagrøktin at hava umleið 40 børn.
- Hetta kemur eisini at føra við sær, at dagrøktarar verða sagdar úr starvi, leggur Símin Johannesen aftrat.

158 børn
Spælistovan hjá dagrøktini í Nes kommunu er í leigaðum hølum við Høganesveg, men frítíðarskúlin húsast í egnum hølum, sum kommunan hevur keypt á Brekkukletti. Í frítíðarskúlanum verða umleið 40 børn ansað úr 1. og 2. flokki.
- Í løtuni eru umleið 158 børn í kommunalu skipanini, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen.