Ferðsla
Flogvøllurin:Tað koma færri fólk á flogvøllin at taka í móti og siga farvæl, enn vanligt hevur verið, síðan Vágatunnilin lat upp.
Tey, sum arbeiða á flogvøllinum, eit nú í cafeteria, siga seg siggja týðuliga minking í fólkatalinum, nú síðan verkfallið av álvara er farið at merkjast.
Síðan Vágatunnili lat upp, er talið á teimum, sum koma við og eftir flogferðafólkið, vaksið munandi samanborið við tað, tað var, tá siglast skuldi um Vestmannasund.
Men nú hevur vekfallið avmarkað hesa ferðsluna munandi, siga tey á flogvøllinum. Tað er skilligt, at fólk halda seg aftur, tí einki brennievni er til bilarnar.
Eisini meta tey, at fleiri eru farin at brúka bussarnar aftur. Og onkur, sum arbeiðir á flogvøllinu, er farin at súkkla til arbeiðis, eins og summi, tó serliga sørvingarnir, ganga aftur og fram.
Men tey merkja einki til verkfallið annars í cafeteria, siga tey. Vøru hava tey nokk av, tí ríkiligt varð keypt inn, áðrenn verkfallið byrjaði. Tað einasta, sum manglar, er frukt og grønmeti, sum plagdi at fáast við diskin.