199.988 ferðafólk ferðuast um Vága Floghavn í 2010. Tað eru 1,8 prosent færri enn árið fyri. Tá var talið 203.662. Vága Floghavn skrivar á sínari heimasíðu, at afturgongdin stavar í høvuðsheitum frá flúgvingini millum Føroyar og Danmark. Á leiðunum til Noregs, Íslands og stóra Bretlands var framgongd.
Í desember í 2010 komu og fóru 11.869 ferðafólk um floghavnina í alt. Tað var 6,8 prosent færri enn árið fyri.