Tað hevur gingið strúkandi hjá Atlantic Airways higartil í ár. Sølan av súluferðaseðlum gjørdi, at felagið kundi vísa á ein vøkstur í talinum av ferðafólkum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Enntá í mars, tá kappast skuldi við sólarmyrkingina í fjør, varð talan um ein vøkstur.
Men eisini Atlantic Airways má ásanna, at trøini ikki vaksa inn í Himmalin. Seinastu tølini hjá felagnum vísa nevniliga, at færri fólk ferðaðust við felagnum í apríl í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Felagið upplýsir, at talan er um eina minking av tvey prosent samanborið við apríl 2015.
Um hugt verður eftir fyrsta ársfjórðingi í 2016, so er talan tó um ein greiðan vøkstur. 73.900 ferðafólk hava ferðast við Atlansflog í 2016, og er tað ein vøkstur á 9 prosent samanborið við saman tíðarskeið í 2015, tá 67.700 ferðafólk ferðaðust við Atlansflog.
Upplýst verður eisini, at í apríl varð flogið rættstundis í 92 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 7 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør.