Fyri at nøkta tørvin mugu sjúkrahús og kommunur nevniliga hækka lønir teirra, um tað skal eydnast at lokka útbúgvið heilsustarvsfólk til sjúkrahúsini.
Víst verður á, at byrjunarlønin hjá norskum sjúkrasystrum er 281.500 kr., meðan ein lektari í skúlaverkinum fær 50.000 kr. meiri um árið.
Støðan í Noregi er ikki góð, tí eini 70 % av kommununum eru undirmannaðar av sjúkrasystrum. Hetta gevur meiri arbeiði til ta einstøku sjúkrasytrina, og tað eru ikki allar sum fara at orka tað í framíðini.