Týska stjórnin hevur sett sær fyri at spara fleiri hundrað milliardir krónur tey næstu fimm árini. Sparingarnar raka millum annað hervaldið, og tað fer at hava við sær, at tann týski herurin fer at hava 40.000 færri hermenn enn nú.
Týski herurin hevur 187.000 hermenn á lønarlistanum, og harafturat eru 63.000 aðrir, sum altíð eru tøkir.
Angela Merkel, kanslari og stjórnin hava sagt, at tey fara at taka tey stig, sum eru neyðug, fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina í seinasta lagi í 2016. Stjórnin kunngjørdi fyrr í mánaðinum, at ríkiskassin skal spara knappar 600 milliardir krónur tey næstu fimm árini fyri at røkka málinum um javnvág.