Færri vitjandi - nøgdari framsýnarar

- Eg havi skilt, at hóast talið av vitjandi hevur verið heldur minni hesaferð enn seinast, eru fyritøkurnar, sum sýndu fram sítt útboð á fiskivinnustevnuni, nógv betri nøgdar nú enn nakrantíð áður, sigur Dánjal Petur Hansen, samskipari av North Atlantic Fish Fair sum endaði leygardagin

NAFF

 

Samskiparin av altjóða fiskivinnustevnuni, sum var í høvuðsstaðnum hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, sigur, at talið av vitjandi hesaferð ikki setti met, men var nakað minni enn seinast.

Á stevnuni í 2005 vóru tilsamans 11.200 vitjandi. men tá høvdu allir 10. flokkar í landinum ókeypis atgongd. Haraftrat sluppu eisini aðrir flokkar inn á stevnuna ókeypis.

- Soleiðis gjørdu vit ikki hesaferð, men tað vóru skúlaflokkar, sum kortini vitjaðu framsýningina av sínum eintingum.

 

Nøgdir framsýnarar

Dánjal Petur Hansen vísir á, at eitt er talið av vitjandi. Annað er tann potentielli áhugaði keyparin og soleiðis, sum hann hevur skilt fyritøkurnar á NAFF hesaferð, hava tær ongantíð verið so væl nøgdar áður.

Hann ásannar, at teir ikki hava gjørt so nógv burtur úr hesaferð at fáa talið av vitjandi so stórt sum tilber.

- Men eg havi skilt, at framsýnararnir vóru væl nøgdir við tey, sum komu á stevnuna. Tær afturmeldingar, vit higartil hava fingið, siga, at framsýnarar hava selt meira enn nakrantíð áður, og tað kunnu vit sum stigtakarar og fyriskiparar fegnast saman við teimum um.

Nú eru flestu útlendsku gestirnir farnir avstað aftur, men onkur er eftir, sum hevur gjørt avtalu um at vitja føroysk feløg.

- Bæði fyri og eftir NAFF hava útlendskar fyritøkur vitjað samstarvsfelagar í Føroyum, og so seint sum í morgun havi eg tosað við onkran av útlendsku framsýnarunum, sum vóru á veg í Eysturoynna á vitjan.

 

Aftur í 2009

Dánjal Petur Hansen ivast onga løtu í, at North Atlantic Fish Fair verður aftur um tvey ár, og soleiðis verður 2009 tann fimta framsýningin í røðini.

- Jú, vit eru ikki í iva um, at NAFF verður aftur um tvey ár. Stevnan hevur ligið fyrst í mai, og tað kann vera, at hon verður flutt eitt sindur - antin frameftir ella aftur eftir. Hetta fara vit at taka upp í eftirmetingum í samráð við framsýnarar.

Hann sigur, at NAFF hevur fingið onkrar viðmerkingar um, at stevnan helst ikki skal liggja yvir meira enn ein frídag.

- Hesaferð lá hon yvir tveir frídagar, nevniliga dýra biðidag og leygardag. Tað eru tey, sum halda, at hetta tekur burtur av teimum frídøgum, sum fólk á ymisku fyritøkunum eiga.

Dánjal Petur Hansen vísir á, at tað kann vera heppið fyri tey vitjandi, at stevnan liggur inn í eitt vikuskifti – ella ein heilidag, soleiðis sum hon lá hesaferð.

- Men vit fara eisini at taka henda spurningin upp og ganga teimum ynskjum á møti, sum framsýnararnir hava. Kortini er ikki vist, at ein av døgunum ikki kann vera ein heilidagur ella leygardagur, sigur samskiparin, ið saman um tikið er væl nøgdur við NAFF 2007.