Signar í Homrum hevur í 25 ár verið virkin tónleikari og sangskrivari. Hann spældi í nógv ár við bólkinum Kjølum, og seinastu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox.
Men nú er Signar eisini blivin landskendur sum solistur, eftir at hann fyri einum ári síðani gav sína fyrstu fløgu út. Sangir sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”Kærleikans mátt” eru blivin stór hitt og hava staðfest støðuna hjá Signari sum solistur.?
- Hetta seinasta árið hevur verið fantastiskt. Eg gjørdi eitt val um at geva tónleik út sum solistur, og fólk hava tikið sera væl ímóti mínum tónleiki. Tað hevur verið sera hugaligt at fáa allar tær positivu viðmerkingarnar frá fólki um tónleikin hjá mær, sigur Signar í Homrum, sum leygarkvøldið var gestur í Hvonn Live, har hann spældir nakrar av sínum kendu sangum.