Fýrverk setti roykalarmin í Hoyvíkar kirkju í gongd

Sløkkiliðið varð boðsent til Hoyvíkar kirkju í kvøld, men tað var falskur alarmur

Sløkkiliðið og løgreglan vórðu fyri løtu síðani boðsend til Hoyvíkar Kirkju, tí ein roykalarmurin var farin í gongd í kirkjuni. Komin inn í kirkjuna kundi staðfestast, at talan ikki var um eld.

 

- Tá okkara fólk komu á staðið, merktu tey fýrverkslukt. Sløkkiliðið hevur kannað og gjøgnumgingið alt, og tað verður mett, at tað, sum hevur ávirkað ávaringarskipanina, allarhelst er fýrverk, sum er brostið uttan fyri kirkjuna. Skipanin er so mikið følsom, at hon hevur boðað frá tí roykinum, sum er komin inn uttanífrá, greiðir vakthavandi hjá løgregluni í kvøld.

 

- Hatta er bara tekn uppá, at alarmskipanin riggar, staðfestir hann.

 

Tórshavnar Sløkkilið hevði eina venjing í kvøld, so teir koyrdu beinleiðis frá venjingarstaðnum og til Hoyvíkar kirkju.