Fýrverksgoymsla fór í luftina

Í minsta lagi 28 fólk fingu skaða, tá ein goymsla við fýrverki fór í luftina í býnum Elche har eysturi í Spania í dag. Óhappið hendi í sambandi við eina fýrverksframsýning.

Goymslan var tætt við eitt kirkjutorn, og gløður og ymiskt brennandi av torninum datt oman yvir áskoðararnar, og fleiri teirra máttu flytast á sjúkrahús.

Teir tríggir menninir, sum stóðu fyri fýrverksframsýningini, fingu álvarssom brunasár og liggja á sjúkrahúsi, skrivar AFP.