Fæst fiskur úr fiskapakkanum til loftvegis flutning?

Sv. Aage Ellefsen

Tey, sum vitja heima-
síðuna
www.hanstholmfiskeaution.dk síggja skjótt, at heilt stórur munur ? kanska upp í heilar kr. 20,- pr. kg ? er prísurin á »blank torsk« og bara »torsk«.
Tað danir nevna blank torsk er kortini ikki annað enn vanligur toskur, sum er framúr feskur og er hagreiddur á ein framúr skynsaman hátt. At náa einum slíkum feskleika og einum slíkum hagreiðingarstøði er sjálvsagt møguligt hjá føroyskum útróðrarbátum. Eitt nú verður ikki »blanki toskurin« ísaður við vanligum ísi omaná, men heldur lagdur í bleytan ís, fyri at ístinnurnar ikki skulu seta merki í skræðuna.
Nógvir útróðrarbátar bløðga, kryvja og koyra longu sum er fiskin í ískaldan sjógv, alt í einum hann er fiskaður. Tað er gott, men ikki nokk. At eftirhyggja og eftirreinska, støddar- og góðskuskilja, eitt nú at skilja slánar, illa krøktan fisk ella fisk, iðer goggaður í ryggin frá, er eisini neyðugt. Tað gerst ikki umborð, men kann, um tað verður gjørt, geva nógv arbeiðspláss uppi á landi.
Men verri enn so allir útróðrarbátarnir ganga eins væl um, og tá so tann væl hagreiddi fiskurin á fiskamarknaðin-um mangan verður blandaður saman við fiski, sum ikki er niðurkøldur og harafturat kanska mangan deyður, áðrenn hann verður reinskaður, ja, so er alt líka vítt sum sítt.
Um annar ella áttandi hvør fiskur ikki heldur góðskutreytirnar hjá keyparanum, er eins feitt, og nøgdirnar hjá útróðrarbátunum eru mangan smáar, so ikki er lætt hjá landingarstøðunum at halda hvønn bátin sær.

Tað gongur eisini ov seint fyri seg á landi!
Tei flestu fiskamarknaðirnir halda uppboðssølu um náttina, ella í hvussu so er, so mikið tíðliga á morgni, at fiskurin, ið keyptur verður, kann fáast til høldar sama dagin, sum hann er keyptur, og í seinasta lagi dagin eftir hann er landaður.
Okkara gólvuppboðssøla verður ikki hildin fyrrenn einaferð fyrrapartin og tað er ov seitn!
Afturat hesum kemur, at útróðrarfiskur mangan verður settur til viks av landingarstøðunum, um tær hava annað at gera, t.d. landa ísfiskabátar.
Úrslitið er at útróðrarfiskur, ið altíð átti at verið hin feskasti og best hagreiddi, er sera ymiskur til góðsku ? og so mikið misjavnur, at eingin fult og heilt kann rokna við, at hann er »í lagi«.

Bindur fiskapakkin fyri nýggjum møguleikum?
Øll vita vit, at daggamal fiskur eigur at gerast hin mest eftirspurdi og eigur at uppnáa hin besta prísin frá honum, sum etur hann!
Vit vita eisini, at einasti hátturin at fáa føroyska útróðrarmanninum henda prísin, er at »blankur føroyskur toskur« og »blonk hýsa« eisini hava ein marknað og fáa ein prís hareftir. Men tað verður ikki við tí arbeiðsgongdini, sum nú er.
Mín spurningur er tí, hvørt nýggi fiskapakkin kemur at opna nýggjar møguleikar og bøta um hesi viðurskifti, gera tey verri, ella einans varðveita støðuna óbroytta.
Eg hoyrdi í útvarpinum, at fiskapakkin fyrsta dagin verður lagdur fyri løgtingið, so fyrisitingin veit í hvussu so er nú, hvat hon ætlar at løgtingið skal samtykkja.
Mín áheitan í hesum umfarinum er bert, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki verður so fast bundin av lógum og reglugerðum, at hann ikki fær gingið umbønum um frávik frá ætlanum mannagongdum á møti, um skilagóð hugskot til ábøtur síggja dagsins ljós og fólk venda sær til hansara í so máta.