Stuðulsfelagið Knørrur skipar í kvøld fyri dansi við Juliannu Boys
Í kvøld, leygarkvøldið kl 23, verður dansur í ítróttarhøllini á Hálsi har Juliannu Boys spæla undir. Juliannu Boys eru kendir um landið sum dansibólkur. Teir spæla góðan dansitónleik fyri allar aldursbólkar.
Teir eru nógv eftirspurdir og hava tí langan bíðilista.
Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum, borð og stólar verða sett upp og okkurt verður til keyps fyri tosta.
Rammurnar um eitt gott og hugnaligt kvøld, skuldu sostatt verið av teimum bestu.
Tað er nýstovnaða stuðulsfelagið hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum skipar fyri dansinum. Felagið skipaði eisini fyri jóladansinum, sum var í desember. Tað tiltakið eydnaðist stak væl.
Umleið klokkan 03.15 verður drigið um eina APEX ferð frá Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur. Vinnarin verður sotatt funnin á staðnum. Tí ræður um at goyma atgongumerkið og at verða til staðar í høllini.
Drigið verður til ein vinnari er funnin.
Róðrarfelagið Knørrur, varð stovnað í 1985, tá nakrir ungir dreingir keyptu gamla áttamannafarið Postbátin.
Báturin varð nevndur »Knørrur«. Fimm ár seinni, í 1990, keypti felagið ein bát afturat. Tað var eitt nýtt seksmannafar, sum Hanus Jensen bygdi, og varð hann nevndur Jarnbardur.
Síðani eru báðir bátarnir útskiftir við nýggjar, sum Sámal Hansen hevur bygt. Fyrst Knørrur í 2001 og so Jarnbardur í ár. Gamli Knørrur eitur nú Ormurin Langi, og hann luttøk eisini í FM kappingini í summar.
Felagið hevur vunnið fleiri FM meistaraheiti við bæði Knørri, men serliga við Jarnbardi.
Øll árini, hevur felagið hildið til við Lágukai, í grótneystinum, í krókinum við Waldemar Lützen, á Skálatrøð.
Ikki kann sigast at umstøðurnar eru góðar hjá felagnum. Neystið hevur bert til endamáls at fáa bátarnar undir tak, heitt vatn er onki og heldur ikki skiftirúm o.t.
Felagið hevur allatíðina, síðani tað varð stovnað, havt ein dreym, um at fáa eitt tíðarhóskandi neyst. Men fíggjarliga orkan hjá felagnum, hevur ikki rokkið stórt longur enn til vanliga raksturin. Men nú tá stuðulsfelagið er stovnað, og farið til verka, sær framtíðin kanska ljósari út.
Stuðulsfelagið vónar, at nógv leita sær í dans.
Atgongumerki á kr 100,- fáast við dyrnar, í forsølu á Kunningarstovuni og hjá Fish and Chips á Vaglinum.
Aldursmarkið er 20 ár.