Fá talvið inn í skúlan

Telvingin gagnar evnunum hjá børnum og ungum at savna seg um eittans evnið.

Í Virupskúlan nærhendis Århus hava tey í eina tíð royndarkoyrt eina ætlan við skúlatelving.

Seinastu trý árini hava ávísir flokkar í 14 útvaldum skúlum havt talv á tímatalvuni ístaðin fyri matematikk – ein tíma um vikuna. Í alt hava 2500 børn í Århus soleiðis lært at telva.

Kanningar úr útheimi hava víst, at telvandi børn duga betri at lesa, betri at rokna og eru betri før at konsentrera seg, enn onnur børn.

Royndirnar frá teimum 14 skúlunum í Århus geva somu ábending.

- Hetta er ein innsatsur, sum vísir seg at hava gagnliga ávirkan á evnini at konsentrera seg hjá teimum ungu, sigur Thomas Trønning, barna- og ungdómsráðgevi í Århus kommunu.

Kommunan er nú farin undir at eftirmeta ætlanina, men hevur enn ikki tikið støðu til, hvørt talv verður á tímatalvuni næsta skúlaár.

Í Armenia varð í fjør sett ein ætlan í verk við at fáa talv inn í skúlan, soleiðis at tjóðin kann røkka hægstu talvmálum. Kanska eitt hugskot fyri føroyingar eisini!